Árligi ruddingardagurin í Undurfagra mai

15.05.2026
Leygardagin 16. mai verður ruddingardagur í Vága kommunu.
Á skránni verður:
🚶 Gakk og renn frá bátahylinum í Miðvági (kl. 09.30)
Frælsi skipar fyri
🥐 Morgunmatur úti á Kletti í Miðvági (kl. 10.00)
Aldan skipar fyri
♻️ Vit rudda í kommununi (kl. 11.00–14.00)
🌿 Plantupakkar í Vakstrarhúsinum í Sandavági (kl. 14.00–16.00)
Kommunan bjóðar morgunmat á Kletti úti á Bakka í Miðvági. Fólk eru vælkomin at taka kopp ella krúss við sjálvi.
Í morgunmatarposanum verður:
🥐 Rundstykki
🧈 Smør
🧀 Ostur
🍓 Súltutoy
🧃 Appelsinjuice
🍥 Kanelsnigil
🔪 Knívur og serviett
Posar til ruddingina verða útflýggjaðir til morgunmatin.
Øll eru vælkomin at rudda har tey sjálvi ynskja – bæði í nærumhvørvinum og aðrastaðni í kommununi. Vit heita á øll um at seta ruskposarnar á tey avmerktu økini á kortinum, so tað verður lætt hjá arbeiðsfólki hjá kommununi at heinta seinni. Kortið kann takast niður her.
Í Vakstrarhúsinum fáa øll húski í Vága kommunu møguleika at velja sær tvey valfrí trø ella runnar eftir egnum ynski. Umframt hetta ber eisini til at fáa tveir pottar av ymiskum kryddurtum. Yvirlit yvir trø og runnar kann takast niður her (leinkja til yvirlit)
Fólk eru vælkomin at taka tómar plastpottar við, sum ikki verða brúktir, og lata teir til Vakstrarhúsið.