Arbeitt verður við vatnveitingini heimanfyri ánna í Sandavági

09.05.2023

Arbeitt verður við at betra um trýsti á vatnveitingini heimanfyri ánna í Sandavági. Nýggjar leiðingar eru lagdar, og í umleggingartíðini kann koma órógv á vatnveitingini í dag og í morgin. Tó hækkar trýstið á vatnveitingini ikki fyrr enn um møguliga 3 vikur.