Arbeiðsgleði og trivnaður í fokus á felags ráðleggingardegi

15.05.2026
Í dag vóru starvsfólkini á dagstovnunum í Vága kommunu savnað til felags ráðleggingardag, har dentur varð lagdur á arbeiðsgleði, nærveru og trivnað í dagliga arbeiðinum á dagstovnaøkinum.
Dagurin hevði serligt fokus á trivnað, samskifti og sálarligt arbeiðsumhvørvi í einum arbeiðsdegi, har nógv verður kravt av teimum, sum hvønn dag arbeiða tætt saman við børnum og familjum. Á skránni vóru bæði faklig upplegg, kjak og bólkaarbeiði, har arbeitt varð við ymiskum viðkomandi støðum og avbjóðingum úr gerandisdegnum á dagstovnunum.
Undirvísari á degnum var Kristian Eli Andersen, sálarfrøðingur við serkunnleika innan kognitiva og metakognitiva terapi. Hann legði dent á praktisk amboð og ítøkilig ráð, sum starvsfólk kunnu brúka beinleiðis í arbeiðinum og í samstarvinum við bæði børn, foreldur og starvsfelagar.
Við ráðleggingardegnum ynskir Vága kommuna framhaldandi at raðfesta trivnað og góð arbeiðskor hjá teimum, sum hvønn dag hava eina av týdningarmestu uppgávunum í kommununi — at skapa tryggar og mennandi karmar fyri børnini.