Almenn móttøka fyri føroysku bogaskjúttunum

Bogaskjuttar

18.07.2025

Vágaskot, Bogaskjótisamband Føroya og Vága kommuna bjóða mánadagin 21. juli kl. 19.00 til almennu móttøku fyri føroysku bogaskjúttunum, sum hava staðið seg sera væl á Oyggjaleikunum í Orknoyggjum. Móttøkan verður í hølunum hjá Vágaskot í Miðvági, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Føroysku íðkararnir hava vunnið fleiri heiðursmerki í bæði einstaklinga- og liðkappingum, og úrslitini hava vakt ans og virðing millum hinar luttakandi oyggjarnar á Oyggjaleikunum í ár.

Sum kunnugt hevur Vága kommuna bjóða seg fram at vera vertur fyri bogaskjóting á Oyggjaleikunum í Føroyum í 2027. Fyri góðum ári síðan var altjóða oyggjaleikanevndin (IIGA) á vitjan og hugdu eftir umstøðunum, har kappingarnar í bogaskjóting eftir ætlan skulu fara fram á fótbóltsvøllinum í Miðvági.

Vit gleða okkum bæði at hátíðarhalda bragdið í Orknoyggjum og at leggja lunnar undir enn eitt stórt ítróttartiltak til oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027.