
Frá vinstru: Ole Morten Mortensen, Sølvi Simonarson, Hjalmar Hansen, Per-Arild Konradsen, Odd-Emil Ingebrigtsen, Bjarni Prior, Jóhan Hendrik Ellefsen, Ingi Wiberg og Finnur Joen-Jacobsen
28.11.2025
Mánadagin og týsdagin í hesi vikuni vóru umboð úr Vága kommunu, Skúlanum á Giljanesi og Undirvísingarstýrinum á einari sera læruríkari vitjan í Bodø í Noregi – ein ferð, sum NORA hevur stuðlað og verið við til at fáa í lag. Í ferðalagnum vóru seks fólk, við borgarstjóranum Bjarna Prior í Vága kommunu á odda, og felags endamálið var at fáa innlit í, hvussu eitt Newton Room virkar í verki.
Eitt Newton Room er eitt serligt undirvísingarhøli, har næmingar læra innan STEM-fakini: náttúruvísindi, tøkni, verkfrøði og støddfrøði. Arbeitt verður við royndum, veruligum uppgávum og praktiskum arbeiði, og undirvísingin verður skipað í tøttum samstarvi við bæði lærarar og vinnulív. Soleiðis sleppa næmingar at arbeiða við evnum og avbjóðingum, sum taka støði í veruliga lívinum – alt frá flogtøkni og lívfrøði til verkfrøði og burðardygd.
Endamálið er at gera undirvísingina livandi: at styrkja námsfrøðiligu dýpdina, at fáa vitanina at sita fast og at kveikja bæði forvitni og kreativitetin hjá næmingunum.
Skráin í Bodø var tætt pakkað. Fyrsti partur av vitjanini var á býráðshúsinum, har borgarstjórin í Bodø, Odd-Emil Ingebrigtsen, tók ímóti. Tað gav eina góða byrjan, áðrenn leiðin gekk víðari til tvey Newton-rúm – eitt í Bodø og eitt í Inndyr. Her fingu vit sera áhugaverdar frágreiðingar um, hvussu konseptið virkar í praksis.
Vertirnir vóru Per-Arild Konradsen, stovnari av Newton Room-konseptinum, og Ole Morten Mortensen. Per-Arild byrjaði konseptið fyri meira enn 20 árum síðan, og í dag eru 53 Newton Rooms í 18 ymiskum londum.
Vit halda nú fram við arbeiðinum saman við okkara samstarvspørtum, og komandi tíðina fara vit at kanna møguleikarnar nærri. So fáa vit at síggja, um henda vitjanin í Bodø var fyrsta stigið á leiðini móti einum Newton-rúmi í Føroyum.