Kunngerð um undantaksloyvi

Vága kommuna hevur givið Reynshaga undantaksloyvi at taða í úrtíð. Við støði í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012, sum broytt við kunngerð nr. 11 frá 18. februar 2020, hevur borgarstjórin avgjørt at geva undantaksloyvi til at taða í tíðarskeiðnum frá 17. november 2021 til 31. desember 2021.