Kunngerð um broyting í byggisamtyktini fyri Vága kommunu

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. Mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi 21. november 2023 samtykti at broyta býarplanin fyri Vága kommunu soleiðis, at partur av matr. nr. 67 í Sandavági, verður broytt frá K2-øki (Innangarðs) til B-øki (Sethúsaøki).

Kort, sum vísir broytingina, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá hósdegnum 21. mars 2024 til hósdagin 11. apríl 2024, báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi hósdagin 02. mai 2024.

Vága býráð

Kort yvir broytingina í byggisamtyktini