Kunngerd Um Broyting I Byggisamtykt Fyri Matr.Nr. 83S Og 83U

Kunngerð um broyting í byggisamtykt fyri matr.nr. 83s og 83u í Sandavági

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi 25. september 2024 samtykti at gera broyting í byggisamtyktini fyri matr. nr. 83s og 83u í Sandavági.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting í byggisamtykt fyri matr.nr. 83s og 83u í Sandavági, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá mikudegnum 26. februar 2025 til mikudagin 19. mars 2025, báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 9. apríl 2025.

Vága býráð

Kunngerð um broyting í byggisamtykt fyri matr.nr. 83s og 83u í Sandavági