Kunngerð um broyting í byggisamtykt fyri grótbrotið í Sandavági

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi 27. februar 2024 samtykti at gera serstaka byggisamtykt fyri grótbrotið í Sandavági.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggja serstaka byggisamtykt fyri grótbrotið í Sandavági, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá hósdegnum 21. mars 2024 til hósdagin 11. apríl 2024, báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi hósdagin 02. mai 2024.

Vága býráð

Fylgiskjøl til kunngerð kunnu takast niður her