10-02-2023
Í samband við farloyvi verður søkt eftir lærara frá 27. februar til 20. juni 2023.
Talan er um eitt starv við setanarbroti 0,85 við møguleika fyri fleiri uppgávum
Søkt verður eftir lærara, sum:
- Hevur læraraútbúgving
- Undir ábyrgd leiðslunar og í samstarvi við lærarar skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
- Dugir at samstarva og er fyrikomandi
- Er fúsur at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum
- Er við til áhaldandi at menna skúlan
- Er stundisligur og nærlagdur
- Hevur svimjilæraraprógv
- Hevur góðar KT-førleikar
Okkum tørvar:
- Lærara, sum kann undirvísa í donskum í hádeild, dreingjaítrótti og svimjing,
landafrøði í miðdeild og hádeild, og sum kann vera AKT lærari.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið er lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Barnaváttan er kravd.
Umsókn:
Umsókn, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagi hósdagin 23. februar kl. 16.00.
Nærri fæst at vita um starvið hjá Finni Joen-Jacobsen á tlf. 794426.