Tekniskur leiðari til Vága kommunu

25-05-2023

Vil tú menna eina framfýsna og fevnandi kommunu?

Vága kommuna leitar eftir einum dugnaligum og sjónligum leiðara, sum eisini dámar væl at veita dygdargóða tænastu til borgarar og vinnulív.

Vága kommuna er ein kommuna sum hevur ment seg nógv seinastu árini, og nú hevur tú møguleika at verða við til at menna kommununa enn meira. Kommunan hevur júst sett nýggja kós, har fleiri spennandi viðurskifti eru sett á dagsskránna. Her ímillum er býarmenning, tað at skapa nýskapandi karmar fyri vinnu, mentan og ferðavinnu og eisini at menna kommununa við fjøltáttaðum bústaðarmøguleikum og frítíðartilboðum.

Sum tekniskur leiðari fært tú leysar teymar at skipa arbeiði innan tekniska økið, júst sum tú ynskir. Í starvinum kemur tú at samstarva og samskifta við politikarar, starvsfólk, borgarar, vinnulív og aðrar áhugabólkar. Tú fær høvuðsábyrgdina av øllum virkseminum í Teknisku deild, og tú fært eisini beinleiðis tilvísing til kommunustjóran, og harvið fært tú stóra ávirkan á, hvussu Vága kommuna verður rikin.

Høvuðsuppgávurnar í Teknisku deild eru m.a. leiðsla av tekniska toyminum í umsitingini, leiðsla av arbeiðsformanni, leiðandi húsavørði, gartnara og havnaumsjónarfólkið, ráðgeving til politisku skipanina, býar og byggiplanlegging, stýring av kommunalum byggi- og viðlíkahaldsarbeiði,  umframt fleiri aðrar spennandi uppgávur.

Nærri lýsing av starvinum, førleikakrøvum, setanartilgongd o.ø. síggjast í leiðaraprofilinum sum kann takast niður niðanfyri.

LØN OG SETAN

Miðað verður eftir at starvið kann verða sett frá 1. september 2023, ella eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Starvið kann eisini vera lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.

UMSÓKN OG UPPLÝSINGAR

Søk á starvið á alfred.fo ella við at senda umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum við telduposti til: vaga@vaga.fo.

Umsóknir skulu verða Vága kommunu í hendi í seinasta lagi á middegi mánadagin 19. juni 2023.

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Jóhan Hendrik Ellefsen, kommunustjóra á telefon 794408, ella við telduposti: jhe@vaga.fo. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Vága kommunu: www.vaga.fo.