Summarferiustarv hjá Vesturvón

03-03-2023

Ynskir tú at gerast summarferiuavloysari hjá okkum?

Summarið nærkast, og vit hava tørv á avloysarum innan øll starvsøkir: sjúkrarøkt, heilsu- og heimarøkt, reingerð, vaskarí og dagtilboð.

Vesturvón veitur nógvar ymiskar tænastur til heimabúgvandi borgarar og til húsfólk inni á heiminum á Sýnini.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum. Tó, so eru eisini starvsfólk sum bara eru til arbeiðis í dagtímum, tað er vaskarí, reingerð, dagtilboð og umsiting.

Okkara fremsta mál er at veita eina dygdargóða samskipaða heildartænastu.

Tænastan verður veitt í samráð við hin einstaka borgaran í mun til tørv, førleikar og sjálvsavgerðarrætt.

Førleikakrøv

Til størvini krevst útbúgving og/ella royndir svarandi til fakbólkarnar, ið lýst verður eftir.

Ert tú í fer við at taka eina heilsufakliga ella aðra viðkomandi útbúgving, frætta vit eisini fegin frá tær.

Til avloysarar sum sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktara krevst, umframt útbúgving, eisini løggilding.

Allir avloysarar fáa góða upplæring frá dugnaligum starvsfelagum, eins og eina spennandi og gevandi tíð.

Vit vóna at hetta hevur fangað tín áhuga, og gleða okkum at frætta frá tær.

Lønar og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálum millum KAF/FMR og avvarðandi fakfeløg.

Freist

Send eina umsókn beinanvegin, soleiðis at vit fáa práta nærri um førleikar, ynskir og møguleikar. Hevur tú serlig ynskir um starvsøki, er tú vælkomin at viðmerkja tað í umsóknini.

Send okkum umsóknina umvegis teldupost til vesturvon@vesturvon.fo

Vit viðgera innkomnar umsóknir við jøvnum millumbili. Seinasta freist at søkja er 1. mai 2023.

Er tú áhugað/ur og ynskir at vita meir, er tú vælkomin at ringja til okkara á    tlf. 793200 millum kl. 9.00 og 15.00.