Stuðulsstarv á Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2021 - 2022

11-06-2021

Starv sum námsfrøðingur ella hjálparfólk er leyst at seta frá 1. august 2021 at rokna:

Starvið er tíðaravmarkað við setanarbroti 0,60.

Stuðulin verður knýttur at næmingum við serligum tørvi í 1. flokki.

Skúlanum tørvar stuðul, ið er arbeiðshugaður, samstarvshugaður, nærlagdur, tekur ábyrgd og sær møguleikar.

Tann, ið settur verður í stuðulsstarvið, skal hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum stuðul í skúla. Starvið kann verða skipað sum hjálparfólkastarv.

Setanar- og starvsøkið er Skúlin á Giljanesi. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum. Arbeiðstíðin er frá kl. 07:45 til eftir døgurða.

Lønar-  og setanartreytir:

Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastarvið er sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. 

Umsókn: 

Umsókn, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagi fríggjadagin 25. juni kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um starvið frá hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425.

Um skúlan:

Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 1. og 2. flokkur ganga í  Bygdaskúlanum í Miðvági og 3. - 10. flokkur ganga á Giljanesi. Umleið 290 næmingar ganga í skúlanum, og 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast her.