Spennandi deildarleiðara starv við ábyrgd av røktini á útiøkinum og dygdarmenningini hjá Vesturvón

12-10-2021

Vesturvón hevur tørv á einum deildarleiðara, sum við dyggum fakligum innliti,
fyrisitingarligum nærlagni og góðum leiðsluførleikum hevur hug og árræði at gerast
partur av leiðsluni á eldraøkinum í Vágunum.

Vit bjóða eitt spennandi starv við góðum menningarmøguleikum, har tú hvønn dag
ger mun og skapar úrslit saman við dugnaligum starvsfólkum.

Um starvið
Starvið fevnir um tvey høvuðsøki:

  • Okkara dugnaligu heimasjúkrarøktarfrøðingar og heimahjálpir skulu hava ein
    deildarleiðara, sum hevur sjúkrarøktarfakliga, starvsfólkaliga og
    fyrisitingarliga ábyrgd, og megnar at samantvinna starvsfelagar og tænastur.
  • Vesturvón skal hava ein dygdarmennara, sum dugir at skapa eitt mennandi og
    lærandi umhvørvi fyri starvsfólk og lesandi, har tænastur og mannagongdir
    støðugt verða mentar og dagførdar.

Vit vænta okkum
Ein deildarleiðara, sum tryggjar, at fakliga støðið hjá Vesturvón er dygt og livir upp
til ásetingarnar í lógini, eitt nú við at menna og skipa tænasturnar vit veita.

Ein deildarleiðara, sum megnar at seta greið og ítøkilig krøv til røktarfakliga støðið,
eins og tvørfakliga støðið, har gerandisdagurin er merktur av at verða innihaldsríkur
og mennandi fyri røktarstarvsfólkini á útiøkinum.

Ein deildarleiðara við áræði at leiða, ganga undan og vera fyrimynd í menningini,
sum setir dám á broytingar í framhaldi av nýggja bygnaðinum hjá Vesturvón, og
megnar at fremja sjónliga leiðslu.

Førleikakrøv
Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.
3 – 5 ára royndir innan eldraøkið er ein fyrimunur ikki krav.
Kunnleiki til og áhugi fyri leiðslu og fyrisiting er ein fyrimunur, eins og kunnleiki til
viðkomandi lógir, faklig krøv og standardir á økinum. Neyðugt er at hava
telduførleika á brúkarastøði og evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á
økinum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Deildarleiðarnir vísa til stjóran í Vesturvón.
Starvið er full tíð og verður sett skjótast til ber. Starvsstaðurin er á Heiminum á Sýnuni í Miðvági. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og viðkomandi skjølum skal sendast til:
Vesturvón, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur
ella til teldupostadressuna: vesturvon@vesturvon.fo
Umsóknin skal vera Vesturvón í hendi í seinasta lagi 3. novembur 2021 kl. 12.00.

Fleiri upplýsingar
Ynskir tú fleiri upplýsingar um Vesturvón og starvið, vísa vit til starvs- og persónsprofilin sum er at finna á heimasíðunum www.vesturvon.fo www.vagar.fo og www.sorvagur.fo
Tað ber eisini til at ringja til stjóran í Vesturvón, Jóngerð M. Nielsen, á telefon 793201.

Um Vesturvón
Vesturvón er skipað interkommunalt. Ovasta leiðslan er eitt stýri, sum kommunustýrini í Vága og Sørvágs kommunum velja. Tænastunar eru skipaðar eftir lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Í løtuni starvast umleið 80 fólk hjá Vesturvón.
Aðalmálið hjá Vesturvón er at tryggja, at allir borgarar, ið koma í samband við Vesturvón, fáa skjóta og fakliga væl grundaða tænastu við atliti at heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.

Umleið 150 borgarar fáa samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst. Tænasturnar kunnu vera heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð, fyribyrgjandi rørðsluvenjingar og fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarar yvir 75 ár. Harumframt eru 37 búð-, rehabiliterings-og umlættingarpláss á Heiminum á Sýnini

Starvs- og persónsprofilur fyri dygdarmennara