Heimasjúkrarøktarfrøðingur til Vesturvón

16-11-2021

Ert tú ein eldhugaður og samstarvssinnaður sjúkrarøktarfrøðingur, so er tað júst tær vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelagi.

Vesturvón er skipað interkommunalt, og eru tað umleið 150 fólk, sum fáa tænastu frá okkum. Talan er um samskipaða tænastu, sum kann vera heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð, fyribyrgjandi venjingar og fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarar yvir 75 ár.

Harumframt eru 37 bú -, endurvenjingar- og umlættingarpláss á Heiminum á Sýnini.

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst.

Søkt verður eftir:

  • Farloyvisstarv sum heimasjúkrarøktarfrøðingur á starvsbrøk 0,7 í skiftandi vaktum at byrja 1.januar 2022 ella skjótast tilber til 31.desembur 2022.

Førleikakrøv

  • Útbúgving, prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Kann verða fyrimunur at hava starvsroyndir innan økið

Vit vænta at tú:

  • Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum
  • Er miðvís/ur og skipað/ur í tilgondini til arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt í virðiligum samstarvi við aðrar fakbólkar, samstarvsfelagar og avvarðandi
  • Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar
  • Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhugað/ur í at menna teg sjálva/n og aðrar
  • starvsfólkabólkar bæði við samstarvi og undirvísing
  • Ert áhugað/ur og sinnað/ur at arbeiða í tøttum samstarvi og toymum
  • Hevur telduførleikar á brúkarastøði og evni at seta teg inn í skipanir, ið verða
  • brúktar á økinum

Vit bjóða tær:

  • Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum.
  • Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
  • Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
  • Møguleikan at fáa ávirkan á menning og tænastur vit veita
  • Góða innleiðslu

Meiri fæst at vita:

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóngerð M. Nielsen, stjóra á tlf. 793201 og teldupost jongerd@vesturvon.fo ella Bjartu Arge, deildarleiðara á tlf. 793218 og teldupost bjarta@vesturvon.fo

Setanarviðurskifti:

Starvið verður sett frá 1. januar 2022 ella skjótast tilber, og lønt sambært sáttmála millum KAF/ Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn:

Umsókn saman við prógvum og autorisatión verður at senda til: vesturvon@vesturvon.fo  

Umsóknarfreistin er 1. desembur 2021