Endurlýsing: Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingi til Smílikulluna

16-11-2022

Søkt verður eftir námsfrøðingi at byrja í Smílikulluni sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Starvið er á 25 tímar.

Smílikullan, er eitt frítíðarskúlatilboð ætla børnum í 1. og 2. flokki í Vága Kommunu. Vit halda til í Gamla Skúla í Miðvági. Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin, fótbóltsvøllin, stóra spæliplássið í bygdini og viðarlundina. Hetta gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar bæði fyri børn og starvsfólk. Sí meira kunning á www.smilikullan.fo

Starvið og førleikar:

Tað hevur týdning fyri okkum at:

  • Tú brennir fyri at arbeiða við børnum og ert tilvitað/ur um at skapa jaligar relasjónir og at stimbra sjálvsvirðið hjá børnum.
  • Tú ert innbjóðandi, fyrikomandi og forvitin í tínum samskifti við børnum.
  • Tú dugir bæði at uppsøkja og seta stuttlig ting í gongd, líkasum tú eisini eggjar børnum til sjálvi at brúka sítt hugflog.
  • Tú torir at taka ábyrgd og hevur ein natúrligan myndugleika.
  • Tú ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum.
  • Tú hevur hug og áræði at vera við til at skapa ein fjølbroyttan, stuttligan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum.

Vit kunnu bjóða:

Sum starvsfólk verður tú partur av virkna og fjølbroytta degnum í Smílikulluni saman við børnunum, tú verður við til at menna teirra hugskot, geva teimum íblástur og vísa á møguleikar.

Tínir eginleikar og tín persónligheit hava minst líka stóran týdning, sum tín møguliga útbúgving.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi, fjølbroytt og gevandi starv, við møguleika til at ávirka innihaldi í Smílikulluni.

Løn og setanartreytir:

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.

Setanarstaðurin er í Vága kommunu og tann setti má tola at broytingar kunnu koma fyri í starvinum.

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 09:00 og kl. 17:00. 

Umsókn saman við lívsgongdarlýsing, viðmælum og prógvum, skulu sendast til:

vaga@vaga.fo (viðmerk ”umsókn” Smílikullan) ella til Vága Kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur. Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta lagið 20. desember á middegi.

Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Meira fæst at vita við at venda sær til Dorthea H. Dam, leiðara, tlf. 794445 ella við at skriva til dorthead@vaga.fo

Um námsfrøðingar ikki søkja verður hjálparfólk sett í fyribils starv.