Eitt starv, har tú gert mun!

01-06-2021

 

Søkt verður eftir leiðara til Barnaverndartænastuna í Vágum.

Vit leita eftir einum framsøknum leiðara, sum við fakligum nærlagni myndar barnaverndarøkið í Vágum. Afturfyri bjóða vit eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum, har tú hvønn dag gert mun og skapar úrslit.

Endamál og uppgávur

Endamálið við Barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn, sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan rættstundis – fyri at hesi kunnu hjálpast til ein tryggan uppvøkstur.

Uppgávurnar fevna m.a. um støðugt at menna tænastuna, so hon røkkur endamálinum í barnaverndarlógini, at kanna og kenna økið Barnaverndartænastan virkar í, at tryggja gott, skipað samskifti við børn og vaksin, og at tryggja fakliga dygga og sakliga málsviðgerð.

Høvuðsuppgávurnar hjá leiðaranum eru annars:

  • at fyrisita Barnaverndartænastuna fakliga, umsitingarliga og fíggjarliga dygt, soleiðis at hon støðugt er dagførd og virkar í tráð við galdandi lógir og reglur, og heldur játtanina.

  • at raðfesta tíðina væl ímillum at menna, samskifta og málsviðgera

  • at fyrireika mál og tryggja Barnaverndarnevndini fakliga væl undirbygd tilmæli

  • at ganga á odda, fylgja við og kunna seg um ta menning, sum fer fram á økinum

  • at tryggja fakliga menning, trivnað og tvørfakligt samstarv í Barnaverndartænastuni

  • at hava ábyrgd av SSP-samstarvinum

  • at mynda Barnaverndartænastuna úteftir í fakligum samstørvum og fundum

  • at vera skrivari í samstarvsnevndini fyri Barnaverndartænastuna Førleikakrøv

    Barnaverndartænastan í Vágum væntar, at umsøkjarin hevur:

    • Viðkomandi útbúgving(ar) og arbeiðsroyndir

    • Góð samstarvsevni, og er samstarvsfús/ur og fleksibul

    • Er ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt

    • Er jalig/ur av lyndi og hevur førleikan at síggja, finna og fremja skilagóðar loysnir

    • Hevur virðing fyri og vilja til at samstarva við politisku skipanina

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið er fulla tíð og verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og avvarðandi fakfelag.

Umsókn

Skrivlig umsókn við prógvum, cv, revsiváttan og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:

Adressa
Vága Kommuna Hammershaimbsvegur 1 360 Sandavágur

ella til teldupostadressuna: vaga@vaga.fo
Umsóknarfreistin er 22. juni 2021 kl. 12.00. Umsóknin skal merkjast ”Leiðari í BVT”.

Upplýsingar og samband

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarni Prior, forman í samstarvsnevndini á tlf. 794410, ella Eyð Ellingsgaard, næstforkvinna í samstarvsnevndini á tlf. 233200

pastedGraphic.png

Sørvágs og Vága kommunur reka felags barnaverndartænastu sambært lóg um barnavernd.    Barnaverndarumsitingin er skipað sum sjálvstøðug eind við leiðara, ið hevur ábyrgd av fakligu-, umsitingarligu- og fíggjarligu leiðsluni. Leiðarin vísir til formannin í samstarvsnevndini fyri Barnaverndartænastuni og hevur starvsstað í Vága kommunu. 

pastedGraphic.png