Vit leita eftir tveimum kreativum eldsálum til Virkishúsið við Ánna

24.06.2026
Virkishúsið við Ánna er eitt livandi, skapandi og fjølbroytt klubhús fyri børn og ung – ein frístaður, har nærvera, álit og góð sambond eru í miðdeplinum. Við felagsskapi, virksemi og nærverandi vaksnum arbeiða vit fyribyrgjandi og skapa góðar karmar fyri trivnaði, menning og lívsgleði hjá børnum og ungum.
Hjá okkum er altíð okkurt á skránni. Virkishúsið er opið gerandisdagar, um kvøldið og leygarkvøld, og vit bjóða eina fjølbroytta viftu av verkstovum, tiltøkum og aktivitetum fyri børn og ung frá 3. flokki til 18 ár.
Nú søkja vit eftir tveimum kreativum eldsálum, sum vilja vera við til at skapa eitt stað, har børn og ung trívast, mennast og tora at royna nýggjar leiðir.
Talan er um tvey tíðaravmarkað størv á 25–30 tímar um vikuna frá 10. august 2026 til miðjan juli 2027. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og fevna um seinnapartar, kvøld og vikuskifti.