Varaleiðari til Miðgarð

25.06.2024

Vága kommuna søkir eftir varaleiðara til Miðgarð, at byrja 12.august 2024, ella eftir nærri avtalu.

Við hægstu normering í landinum, hava vit møguleika fyri at veita bestu tænastu til barnafamiljuna í nútíðarsamfelagnum.

Vit søkja eftir einum ágrýtnum, kveikjandi og ábyrgdarfullum varaleiðara, sum saman við leiðaranum, vil ganga fremst og menna stovnin, har námsfrøði, menning, nærvera og trivnaður millum børn, foreldur og starvsfólk hevur hægstu raðfesting.

Starvið

Sum varaleiðari í Miðgarði, hevur tú møguleika, at gerast partur av einum stovni í menning, og seta tín dám og tína ávirkan á námsfrøðiligu kósina, saman við okkum. Tú fært bæði leiðslu uppgávur, umsitingarligar og námsfrøðiligar uppgávur.

Vit kunnu bjóða tær ein gerandisdag, har ongin dagur er eins, men har tú hevur møguleika fyri at seta tín dám á, við tínari persónligheit, tínum førleikum og royndum. Har tú gerast partur av einum umhvørvi, har tað er pláss fyri nýskapan og har tú kanst vera við til at víðari menna stovnin. Eitt áhugavert arbeiðspláss, við dugnaligum starvsfólkum, har trivnaður og faklig menning hevur høga raðfesting. Og har tað eru góðir møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.

Les meira um starvið og søk her.