Vága kommuna søkir eftir mentanarsamskipara í farloyvisstarv

Vaga17

16.09.2026

Brennir tú fyri mentan, trivnaði og góðum upplivingum? Dugir tú at gera hugskot til veruleika?

Vit leita eftir einum eldhugaðum og vælskipaðum mentanarsamskipara, sum vil vera við til at menna mentanar- og trivnaðarvirksemið í Vága kommunu. Sum mentanarsamskipari verður tú ein týðandi partur av arbeiðinum at skapa, samskipa og miðla mentanarlig tiltøk og trivnaðarfremjandi átøk.

Arbeiðsuppgávur:

  • hugskotsmenning og menning av mentanarátøkum
  • fyriskipan og samskipan av tiltøkum
  • ábyrgd fyri og stýring av mentanarárshjólinum
  • samskifti og samstarv við borgarar, feløg, fyriskiparar og aðrar viðkomandi partar
  • miðlan av tiltøkum og virksemi til borgarar
  • at samskipa átøk sum Undurfagri mai og fjølmentanarvikuna
  • aðrar umsitingarligar uppgávur innan trivnaðar- og mentanarøkið eftir tørvi

 

Les meira um starvið við at klikkja á her.