Tvey starvsfólk til serøkið í Virkishúsinum við Ánna

20.08.2026
Virkishúsið við Ánna er eitt livandi, skapandi og fjølbroytt frítíðartilboð fyri børn og ung – ein frístaður, har nærvera, álit og góð sambond eru í miðdeplinum. Við felagsskapi, virksemi og nærverandi vaksnum skapa vit góðar karmar fyri trivnaði, menning og lívsgleði.
Hjá okkum er altíð okkurt á skránni. Virkishúsið er opið gerandisdagar, um kvøldið og leygarkvøld, og vit bjóða eina fjølbroytta viftu av verkstovum, tiltøkum og virksemi fyri børn og ung frá 3. flokki til 18 ár.
Nú søkja vit eftir tveimum starvsfólkum til serøkið í Virkishúsinum. Á serøkinum arbeiða vit við børnum og ungum, sum hava tørv á eyka stuðli og tillagingum. Endamálið er at skapa tryggar og inkluderandi karmar, har børn og ung kunnu vera við í felagsskapinum á egnum fortreytum. Vit taka støði í styrkjunum hjá hvørjum einstøkum og arbeiða fyri, at øll fáa møguleika at luttaka, trívast og mennast.
Vit leita eftir fólki, sum hava viðkomandi útbúgving, eru undir útbúgving ella hava áhuga og hug at arbeiða við børnum og ungum, sum hava tørv á eyka stuðli.
Talan er um tvey tíðaravmarkað størv á 25–30 tímar um vikuna fram til miðjan juli 2027. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og fevna um seinnapartar, kvøld og vikuskifti.