Tú kanst gerast partur av eini spennandi burðardyggari verkætlan!

Vakstrarhus

27.11.2024

Vága kommuna leitar eftir einum eldhugaðum og dugnaligum gartnara til eitt verkætlanarstarv, at menna staðbundna framleiðslu av grønmeti og frukt í Føroyum. Starvið er knýtt at einari størri granskingarverkætlan saman við Fróðskaparsetri Føroya, sum skal styrkja sjálvbjargni, burðardygd og trivnað í kommununi – í tøttum samstarvi við dagstovnar og vísindafólk.

Høvuðsuppgávur:

  • Standa fyri framleiðslu av grønmeti og frukt í vakstrarhúsinum í Sandavági og á økinum uttanfyri
  • Samskipa luttøku hjá dagstovnum í Vága kommunu og veita vegleiðing til børn, starvsfólk og onnur
  • Skipa fyri verkstovum og luttaka á tiltøkum saman við dagstovnum og samstarvspørtum
  • Menna burðardyggar arbeiðshættir og stuðla undir trivnað, inklusjón og vitanarmenning í verkætlanini
  • Luttaka í verkætlanartoyminum og samstarva við vísindastarvsfólk frá Fróðskaparsetrinum
  • Luttaka í miðlan av verkætlanarúrslitum, m.a. framleiða bóklingar og frágreiðingar um verkætlanargongdina og grøna roknskapin

 

Les meira um starvið og søk her.