Starvsfólk við ábyrgd av umhvørvis- og endurvinningsplássinum í Vága kommunu

27.05.2026
Vága kommuna søkir eftir einum starvsfólki við ábyrgd av umhvørvis- og endurvinningarplássinum hjá kommununi. Talan er um eitt hálvtíðarstarv.
Umhvørvisplássið hevur ein týdningarmiklan leiklut í arbeiðinum hjá kommununi við skiljing, endurnýtslu og burðardyggari handfaring av burturkasti. Við hesum starvinum verður tú ein partur av arbeiðinum at skapa góðar karmar fyri, at tilfar verður skilt rætt, meira verður endurnýtt, og at kommunan mennir eina burðardyggari loysn til gagns fyri bæði borgarar og umhvørvi.
Starvið fevnir um dagliga raksturin á umhvørvisplássinum og uppgávur knýttar at móttøku, skiljing, endurvinning og røkt av økinum. Talan er um eitt fjølbroytt starv við ábyrgd og beinleiðis sambandi við borgarar og onnur, sum nýta umhvørvisplássið.