Námsfrøðingar við hjarta fyri børnum og sernámsfrøði, til serstovuna í Miðgarði

Vaga22

24.06.2026

Hevur tú útbúgving innan sernámsfrøði ella stóran áhuga fyri sernámsfrøðiliga økinum og ynskir tú at arbeiða í einum fakliga sterkum og tvørfakligum umhvørvi, har tú kanst gera ein veruligan mun?

Vit leita eftir tær, sum hevur fakligt hugflog, ert nærverandi í relatiónum og trívist við at arbeiða skipað og málrættað saman við børnum, foreldrum og øðrum fakfólkum.

Serstovan umfatar alt dagstovnaøkið í Vága kommunu og veitir sernámsfrøðiliga fakligheit og stuðul til børn við ymiskum tørvi. Hjá okkum verður tú partur av einum arbeiðsplássi, har fakligheit, reflektión og samstarv eru grundarlagið undir øllum okkara arbeiði.

Um starvið

Á serstovuni arbeiða vit út frá tí sannføring, at øll børn hava rætt til eitt mennandi og inkluderandi umhvørvi, har tey verða møtt við virðing, nærveru og fakligari vitan.

Arbeiðið byggir á fakligar metingar, skipaðar virkisætlanir og greið menningarmál fyri einstaka barnið. Vit leggja dent á eina fyribyrgjandi og styrkjandi tilgongd, har relatiónir, strukturur og tætt samstarv eru lykilin til góða menning.

Tú verður partur av einum tvørfakligum samstarvi við leiðslu, foreldur og aðrar fakbólkar, har tit í felag finna bestu loysnirnar fyri einstaka barnið.

Les meira um starvið við at klikkja á her.