Námsfrøðingar við hjarta fyri børnum og sernámsfrøði, til Norðurstovu í Miðgarði

Vaga17

14.10.2026

Hevur tú útbúgving innan sernámsfrøði ella stóran áhuga fyri økinum og ynskir tú at arbeiða í einum fakliga sterkum og tvørfakligum umhvørvi, har tú kanst gera ein veruligan mun?

Norðurstova er ein serstova, og umfatar alt dagstovnaøkið í Vága kommunu og veitir námsfrøðiligan stuðul til børn við ymiskum tørvi.

Um starvið

Í Norðurstovu arbeiða vit út frá tí sannføring, at øll børn hava rætt til eitt mennandi og inkluderandi umhvørvi, har tey verða møtt við virðing, nærveru og fakligari vitan.

Arbeiðið byggir á fakligar metingar, virkisætlanir og greið menningarmál fyri einstaka barnið. Vit leggja dent á eina fyribyrgjandi og styrkjandi tilgongd. Vit byggja tryggar relatiónir, skapa skipað læringsumhvørvi og styrkja samskifti, luttøku, sjálvbjargni og sosialar førleikar hjá barninum.

Tú verður partur av einum tvørfakligum samstarvi við leiðslu, foreldur og aðrar fakbólkar, har tit í felag finna bestu loysnirnar fyri barnið.

Les meira um starvið við at klikkja á her.