Námsfrøðingar til Smílikulluna

04.06.2025
Søkt verður eftir námsfrøðingum til eitt spennandi og fjølbroytt starv í frítíðarskúlanum. Talan er um eitt starv á 30 tímar um vikuna og eitt tíðaravmarka starv á 30 tímar um vikuna (sum endar 1. Januar 2026). Størvini verða sett 11. august 2025. Møguleiki er fyri færri tímum um vikuna.
Um Smílikulluna
Í Smílikulluni leggja vit stóran dent á frítíðina og frælsið hjá barninum. Børnini eru við til at skapa og skipa teirra egna dag, tá skúladagurin er lokin. Í Smílikulluni ganga børn í 1. og 2. flokki í Vága kommunu og vit halda til í bygdaskúlanum í Miðvági.
Vit eru í gongd við at byggja upp fjølbroytt virksemi, við einari nýggjari framtíðar visjón. Endamálið er, at bjóða virksemi sum er mennandi, avbjóðandi, stuttligt, læruríkt, og sum er sigandi og ógloymandi.
Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin og viðarlundina. Vit hava fótbóltsvøll og stórt spælipláss í bygdini tætt við. Hetta gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar, bæði fyri børn og starvsfólk. Í Smílikulluni raðfesta vit verkstaðsarbeiði, og bjóða vit náttúru- og evningsverkstað, hondarbeiðsverkstað og eitt uttandura verkstað.