Námsfrøðingar til Miðgarð í Miðvági

Vaga22

15.05.2025

Hevur tú hjarta fyri børnunum og elskar tú at arbeiða í nærumhvørvi, har náttúra, nærvera og relasjónir eru í fremstu røð? So er hetta starvið fyri teg!

Vit søkja eftir námsfrøðingum til vøggustovur, barnagarðstovur og serstovu í Miðgarði, til at byrja tann 1. juli ella eftir nærri avtalu.

Miðgarður er ein stórur og fjølbroyttur dagstovnur mitt í Miðvági við uml. 108 børnum. Vit hava 3 vøggustovur, 3 barnagarðstovur, eina stovu til 6 ára gomul og eina serstovu, sum fevnir um alt dagstovnaøkið í Vága kommunu.

Um starvið

Sum námsfrøðingur í Miðgarði fært tú møguleikan at arbeiða í einum fakliga sterkum og mennandi umhvørvi. Vit síggja okkum sum ein lærandi stovn, ið støðugt arbeiðir við at menna okkara námsfrøðiligu hugsanir og praksis.

Í okkara arbeiði leggja vit stóran dent á at skipa dagligdagin soleiðis, at hann rúmar øllum børnum – heldur enn at børnini skulu tillaga seg skipanini. Hetta gera vit við at arbeiða út frá okkara virkisætlan, relasjónum, nærveru og einum barnasýni, ið setur barnið og familjuna í miðdepilin.

Les meira um starvið her.