Námsfrøðingar til Miðgarð

18.12.2025
Miðgarður søkir eftir námsfrøðingum til setan skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Harumframt søkja vit eisini eftir avloysarum at byrja beinanvegin.
Um teg
Vit leita eftir námsfrøðingum, sum:
- hava serligan áhuga fyri náttúruni og síggja møguleikar í at nýta náttúruna og nærveru í gerandisdegnum sum grundarlag fyri spæl, læring og relatiónir.
- ynskja at vera við til at menna eitt tryggt og stimbrandi umhvørvi, har børn trívast, kenna seg vird og fáa møguleika at mennast sosialt, kensluliga og námsfrøðiliga, í einum gerandisdegi merktum av vinsemi og felagsskapi.
Um Miðgarð
Miðgarður er ein stórur og fjølbroyttur dagstovnur mitt í Miðvági, staðsettur í einum vøkrum og livandi náttúruøki. Fjøll, fjøra, viðarlund og áir eru okkara nærmastu grannar og geva okkum serstakliga góðar møguleikar at brúka náttúruna sum ein virknan og natúrligan part av okkara námsfrøðiliga arbeiði.
Dagstovnurin fevnir um:
- 3 vøggustovur
- 3 barnagarðstovur
- 1 stovu til 6 ára gomul
- 1 serstovu, sum fevnir um alt dagstovnaøkið í Vága kommunu