Námsfrøðingar og hjálparfólk til Smílikulluna

06.06.2024

Frítíðarskúlin Smílikullan søkir eftir kreativum eldsálum.

Talan er um størv á 20 - 30 tímar, eisini er tað ein møguleiki at fáa fleiri tímar í samstarv við Virkishúsið við Ánna. Arbeiðstíðin er sum oftast í tíðarskeiðinum frá kl. 11-17. Smílikullan er eitt frítíðarskúlatilboð til børn í 1. og 2. flokki.

Í Smílikulluni leggja vit stóran dent á frítíðina og frælsi hjá barninum. Børnini eru við til at skapa og skipa teirra egna dag, tá skúladagurin er lokin. Í Smílikulluni ganga børn í 1. og 2. flokki í Vága kommunu og vit halda til í Bygdaskúlanum í Miðvági.

Vit eru í gongd við at byggja upp fjølbroytt virksemi, við einari nýggjari framtíðar visjón. Endamálið er at bjóða virksemi, sum er mennandi, avbjóðandi, stuttligt, læruríkt, ið er sigandi og ógloymandi.

Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin og viðarlundina. Vit hava fótbóltsvøll og stórt spælipláss í bygdini tætt við. Hetta gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar, bæði fyri børn og starvsfólk. Í Smílikulluni raðfesta vit barnsins hugflog og tørv. Hetta gera vit við at hava ymisk verkstøð, sum skal hjálpa teimum at fáa teirra hugflog út í verki.

Les meira um starvið við at klikkja á her.