Miðgarður søkir eftir námsfrøðingum

25.06.2024

Miðgarður liggur mitt í Miðvági tætt við fjall og fjørðu, viðarlund og áir. Nærumhvørvið er partur av okkara dagligdegi, s.s. at vitja høllina á skúlanum og venja á vøllinum.

Vága kommuna hevur hægstu normering í landinum, og hetta gevur okkum møguleika til at veita tí bestu tænastuna til familjuna í nútíðarsamfelagnum. 

Fakliga støðið er høgt og vit síggja okkum sum ein lærandi stovn, ið er í støðugari menning og vit vænta, at tú hevur hug at gerast ein virkin partur av fakligu menningini.

Vit dagføra okkum javnan við nýggjastu vitanini, tí vit vilja tryggja at okkara námsfrøðiliga arbeiði byggir á nýggjastu gransking. Vit síggja tað sum okkara fremstu uppgávu, at skapa eina góða relatión við barnið og foreldrini, og vit skipa arbeiðið soleiðis, at tað hóskar til tørvin hjá tí einstaka barninum og familjum teirra. Okkara arbeiði byggir á nærveru og tekur støðið í okkara virðisprofili og barnasýni.

Vit eru partur av 3 ár verkætlani “Saman um barnið – Vitan í verki”, saman við stovnum og skúlum innan barna- og ungdómsøkið í Vágum.

Les meira um stavið her.