Lærarastørv í Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2024-2025

03.06.2024

Hesi lærarastørv eru leys at seta í Skúlanum á Giljanesi frá 1. august 2024 at rokna:

·         Tvey tíðaravmarkað fulltíðarstørv fyri lærarar í farloyvi skúlaárið 2024-2025

·         Eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna avlopstímar og niðursetta tíð skúlaárið 2024-2025

·         Eitt tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar (uml. 0,80) skúlaárið 2024-2025

Endaliga tímatalið verður ásett 1. septembur 2024

Søkt verður eftir lærarum, sum:

·         Hava læraraútbúgving

·         Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans

·         Duga at samstarva og eru fyrikomandi

·         Eru fúsir at taka á seg uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum

·         Eru við til áhaldandi at menna skúlan

·         Eru stundisligir og nærlagdir

·         Tola broytingar

·         Hava góðar KT-førleikar

Okkum tørvar:

·         Lærarar, sum kunnu undirvísa í: Heimstaðarlæru, landalæru, kristni, lívfrøði, støddfrøði í miðdeild, alis- og evnafrøði, náttúru/tøkni, donskum, ítrótti, svimjing og smíð.

·         Lærarar, sum vilja átaka sær flokslæraraleiklut í miðdeild

Lønar- og setanartreytir:

Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Barnaváttan er kravd.

 

Umsóknir:

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagi fríggjadagin 14. juni kl. 17.00.

 

Nærri fæst at vita um størvini hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425.

Um skúlan:

Í skúlanum á Giljanesi ganga uml. 300 næmingar í 1. - 10. Flokki. Tað starvast 36 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar í skúlanum.