Fíggjarleiðari til Vága kommunu - farloyvisstarv

Vaga17

23.04.2026

Vága kommuna leitar eftir einum dugnaligum og ágrýtnum fíggjarleiðara. Talan er um eitt farloyvisstarv sum væntandi fer at vara í  fýra ár.

Vága kommuna er ein kommuna sum hevur ment seg nógv seinastu árini, og nú hevur tú møguleika at verða við til at menna kommununa enn meira. Kommunan hevur sett nýggja kós, har fleiri spennandi viðurskifti eru sett á dagsskránna. Her ímillum er býarmenning, tað at skapa nýskapandi karmar fyri vinnu, mentan og ferðavinnu og eisini at menna kommununa við fjøltáttaðum bústaðarmøguleikum og frítíðartilboðum.

Sum fíggjarleiðari fært tú leysar teymar at skipa arbeiði innan fíggjarøkið. Í starvinum hevur tú beinleiðis tilvísing til kommunustjóran, og harvið fært tú stóra ávirkan á, hvussu Vága kommuna verður rikin. 

Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av fíggjardeildini, sum inniber at bókhald, fíggjarviðurskifti og lønarviðurskifti verða røkt soleiðis, at at tað til eina og hvørja tíð er ein greið lýsing tøk av fíggjarstøðuni hjá kommununi. Harumframt hevur fíggjarleiðarin ábyrgdina av journaliseringini og móttøkuni hjá Vága kommunu. 

Nærri lýsing av starvinum, førleikakrøvum, setanartilgongd o.ø. síggjast í leiðaraprofilinum.

LØN OG SETAN

Miðað verður eftir at starvið kann verða sett frá 1. august 2026, ella eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi.

UMSÓKN OG UPPLÝSINGAR

Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu verða Vága kommunu í hendi í seinasta lagi sunnudagin 17. mai 2026.

Tú søkir starvið við at trýsta á her.

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Jóhan Hendrik Ellefsen, kommunustjóra á telefon 794408, ella við telduposti: jhe@vaga.fo. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Vága kommunu: www.vaga.fo.