Er tað tær vit leita eftir?

20.05.2026
Vit í Miðgarði søkja eftir námsfrøðingum at arbeiða í okkara serstovu, barnagarðsstovum og vøggustovum. Starvið byrjar í august 2026, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 30–40 tímar um vikuna.
Eisini søkja vit eftir avloysarum at byrja beinavegin.
Um starvið
Miðgarður er ein stovnur í Miðvági við uml. 100 børnum. Vit hava tríggjar vøggustovur, tríggjar barnagarðsstovur, eina stovu til tey 6 ára gomlu børnini og eina serstovu, sum fevnir um alt dagstovnaøkið í Vága kommunu.
Í Miðgarði starvast dugnalig og íðin fólk. Vit eru staðsett í náttúruvøkrum umhvørvi við góðum møguleikum fyri útilívi og námsfrøðiligum virksemi í náttúruni.