Multicultural Week / Fjølmentanar vika

Fjølmentavika í Vágum

//English below//

Vága kommuna og Sørvágs kommuna eru við í átakinum. Endamálið hjá kommununum at luttaka í Fjølmentavikuni er, at fagna og varpa ljós á mentanarliga margfeldið í Vágum. Kommunurnar fara at skipa fyri onkrum tiltøkum, men vilja heita á stovnar, feløg, virkir, skúlar og barnagarðar um at taka lut í fjølmentanarvikuni og skipa fyri ymiskum virksemi í hesum sambandi.

Útlendingastovan hevur, saman við Tórshavnar kommunu, gjørt eina hugskotsskjáttu til øll at fáa íblástur úr. Hugskotsskjáttan er býtt upp í ymisk átøk, ið eru hóskandi til ymiskar aldursbólkar, stovnar, arbeiðspláss, felagsskapir, og børn og ung.

Hugskotsskjáttan liggur á https://integration.fo/mcw, umframt á heimasíðuni hjá kommununum www.vaga.fo og www.sorvag.fo. (Kann takast niður niðast á hesi síðuni)

Um ein stovnur, fyritøka, áhuga- ella ítróttarfelag skipar fyri einum almennum tiltaki, eru tit vælkomin at siga frá hjá Vága kommunu ella Sørvágs kommunu við at seta tykkum í samband við Sølva Simonarson á solvi@vaga.fo ella Jeannet Joensen jeannet.joensen@skulin.fo

Vónandi eru tað fleiri ið fáa íblástur úr Hugskotsskjáttuni og sum hava hug at luttaka til tey ymisku tiltøkini sum koma á skrá.

Multicultural Week on Vágar

Multicultural Week will be held around the country from Friday 14 October to Friday 21 October. Vága Municipality and Sørvágs Municipality are participating. Multicultural Week is about celebrating, embracing, and raising awareness about this cultural diversity.

We hope many people will join in the celebration and be actively involved in raising cultural awareness.

The Integration Office and Tórshavn Municipality have created an idea box on how you, schools, workplaces, sports associations and other associations can actively participate in the week. The idea box can be found on the Integration Office website www.integration.fo/mcw and on Vága Municipality www.vaga.fo and Sørvágs Municipality www.sorvag.fo. (can be downloaded at the bottom of this page)

We would like to see how you celebrate Multicultural Week, so please share your photos with us by using the hashtag #fjølmentanføroyar.

For more information, or if you have some ideas for activities, please contact Sølvi Simonarson at solvi@vaga.fo or Jeannet Joensen at jeannet.joensen@skulin.fo.

We hope that you will get some inspiration from the idea box and join the activities arranged locally on Vágar.

Hugskotsskjátta / Idea box