Vesturvón

Tá søkt verður um heimahjálp, venjing, mattænastu, dagtilhald, umlætting ella búpláss, verður umsóknin send til:

Vesturvón

Kálvalíðvegur 2

370 Miðvágur

Telefon nr. 793200

Teldupost vesturvon@vesturvon.fo

Telefontíð er frá kl. 09:00 til 15:00

Tá søkt verður um heimahjálp:

Við áheitan um heimahjálp skal upplýsast: orsøk til áheitan, navn, bústaður, tlf. nr. og p-tal á borgaranum, navn og p-tal hjá møguligum hjúnafelaga, upplýsast skal eisini navn og tlf. hjá møguligum avvarðandi.

Hjálpin skal taka atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt borgarans, og skal í størst møguligan mun verða veitt í samráð og í samstarvi við hin einstaka, og í øðrum lagi við tey avvarðandi, við samtykki frá tí einstaka.

Vesturvón sendir áheitananina víðari til visitator, ið setur seg í samband við umsøkjara, ella avvarðandi innan 3 - 5 yrkadagar, fyri at avtala eina heimavitjan.

Frá 1. januar 2015 yvirtóku kommunurnar við lóg ábyrgdina av heimatænastu og eldrarøkt v.m.

Fyri at tryggja borgarum í Vágum eina góða tænastu, hava Vága kommuna og Sørvágs kommuna gjørt eina samstarvsavtalu. Í hesum sambandi hava kommunurnar gjørt eina samstarvsavtalu um skipan av heimatænastu í Vágum.

Fyri samstarvið verður valt eitt stýri. Í stýrinum sita borgarstjórarnir, tvey ár hvør sum annaðhvørt formaður/kvinna og næst formaður/kvinna. Harumframt tveir býráðslimir fyri Vága kommunu og ein bygdaráðslimur fyri Sørvágs kommunu.

Setti leiðarin hevur ábyrgdina yvirfyri stýrinum at tryggja, at tænasturnar til borgaran verða veittar samsvarandi lógini.

Samskipað heildartænasta.

Endamálið hjá Vesturvón er at veita borgarum við tørvi á hjálp eina samskipa heildartænastu:

a) at fyribyrgja sjúku,
b) at stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivna borgarans,
c) at endurmenna mistan førleika,
d) at stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan,
e) at veita røkt og umsorgan.
1. Avgerðir um tænastur og tilboð skulu vera grundaðar á fakliga tørvsmeting.
2. Avgerðirnar skulu tryggja, at borgarin við størsta tørvi á persónligari hjálp, røkt ella stuðli fær í boði eitt samskipað heildartilboð
Kommunurnar veita heimabúgvandi fólkapensjónistum tænastur, ið kunnu stimbra likamliga,sálarliga og sosialt soleiðis, at borgarin kann búgva í egnum heimi sum longst.

At hjálpin skal taka atlit til tørv og fortreytir borgarans, og at hjálpin í størst møguligan mun verður veitt í samráð við hin einstaka. Tað merkir yvirskipað, at sjálvsavgerðarrættur og sjálvræði borgarans skal virðast. Hetta snýr seg um grundleggjandi mannarættindi, sum m.a. eru staðfest í ST-grundreglunum fyri eldri í heiminum frá 1991.
Ítøkiliga inniber hetta, at borgarin, uttan mun til aldur og førleika, í størst møguligan mun, altíð skal hava eina rødd og eina ávirkan á, hvørji tilboð honum verða veitt, og hvussu hesi verða løgd til rættis. Tænastan skal leggjast til rættis á ein slíkan hátt, at tað verður tikið atlit til lívsstøðu borgarans, hansara sálarligu og kropsligu støðu, og at sjálvsavgerðarrættur borgarans altíð í størst møguligan mun verður virdur.

Hoyring:

Kommunurnar hava fyribils gjørt av, at nevndin í Vága Pensjónistafelag, skal verða tikin við upp á ráð, tá týðandi umskipanir, bygnaðarbroytingar og avgerðir innan økið skulu fremjast, sum hava tíðandi ávirkan á tænastuna í økinum.

Kunning og vegleiðing:

Kommunurnar/Heimatænastan skulu veita borgarum og avvarðandi teirra kunning og vegleiðing um, hvørji tilboð og tænastur verða veittar sambært lógini.

Skyldu at boða frá:

Persónar, ið útinna tænastu eftir lógini, skulu boða kommununum/Vesturvón frá, tá hesi í yrki sínum fáa kunnleika um viðurskifti, ið geva gruna um, at tørvur er á persónligari hjálp, røkt ella stuðli, ella tá borgarin á annan hátt livir undir ónøktandi korum.
Læknar skulu boða kommununum frá, tá teir í yrki sínum fáa kunnleika um viðurskifti hjá borgara, ið geva gruna um, at borgari hevur tørv á hjálp ella stuðli.

Tænastur til heimabúgvandi:

Kommunurnar veita, eftir tørvi, øllum heimabúgvandi borgarum í økinum heimatænastu í styttri ella longri tíðarskeið.
Heimatænastan er tænasta, sum fevnir um:
1) Heimahjálp, sum verður veitt borgarum, sum hava tørv á persónligari hjálp, røkt ella stuðli.
2) Heimasjúkrarøkt, sum fevnir um sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, uppsøkjandi arbeiði og almenna heilsuvegleiðing.
Tænastur til heimabúgvandi fólkapensjónistum verða veittar, fyri at stimbra likamliga,sálarliga og sosialt soleiðis, at pensjónisturin kann búgva í egnum heimi sum longst.
Tænasturnar fevna um dagtilhald,ergoterapi, fysioterapi, endurvenjing, fyribyrgjandi venjing, viðlíkahaldsvenjing, dagtilboð, mattænastu, umlætting, koyritænastu, vegleiðing o.s.fr.

Fyribyrgjandi heimavitjan til øll sum eru 75 ár:

Allir borgarar, sum eru vorðnir 75 ár, skulu fáa í boði fyribyrgjandi heimavitjan.
Heimavitjanirnar verða lagdar til rættis eftir tørvinum í økinum. Kommunurnar skulu í minsta lagi bjóða eina fyribyrgjandi heimavitjan um árið.

Samsýning at ansa fólkapensjónisti heima:

Kommunurnar kunnu taka avgerð um at veita fólki samsýning, sum átaka sær at ansa fólkapensjónisti heima, sum hevur tørv á støðugari røkt og hjáveru.
Áðrenn kommunurnar rinda borgaranum samsýning sambært stk. 1, skal fráboðan sendast Almannaverkinum. Kommunurnar kunnu biðja aðrar myndugleikar um upplýsingar viðv. ansara og ansaða, sum eru neyðugar fyri at umsita skipanina.

Bústaðir:

Kommunurnar kunnu seta á stovn bústaðir til fólkapensjónistar. Bústaðir kunnu fevna um:
1) Røktarheim.
2) Eldrasambýli.
3) Eldraíbúðir.
4) Umlættingarpláss.
5) Samdøgursendurvenjingarpláss.
Røktarheim og eldrasambýli eru bústaðir, ið hýsa fólkapensjónistum við ellisbreki ella varandi sjúku, og sum hava tørv á hjálp ella røkt alt samdøgrið.
Í serligum føri kann røktarheim ella eldrasambýli eisini hýsa øðrum røktarkrevjandi persóni enn fólkapensjónisti.
Á hvørjum røktarheimi og eldrasambýli verður valt eitt samstarvsráð, sum hevur til endamáls at tryggja samstarvið millum búfólk, avvarðandi og heimið.

Samstarvsráð:

Samstarvsráðið kann ráðgeva og vegleiða leiðsluni á røktarheiminum ella eldrasambýlinum og skipa fyri tiltøkum, sum kunnu gera gerandisdagin hjá búfólkunum meiri virknan bæði á heiminum og í nærumhvørvinum.
Ráðið verður mannað við einum búfólki, einum umboði fyri avvarðandi og einum starvsfólki.
Samstarvsráðið skipar seg sjálvt, og ger innanhýsis starvsskipan.

Upptøka á Heimið á Sýnini:

Fyrsta rætt til upptøku hava borgarar í kommunala samstarvsøkinum, sum hava størstan tørv á røkt ella hjálp alt samdøgrið.
Samstarvsøki kann veita borgarum úr øðrum økjum bústað, um pláss er tøkt, og borgarin annars lýkur treytirnar fyri upptøku.

Gjald fyri tænastur:

Kommunurnar kunnu krevja gjald frá borgaranum fyri tænastur og tilboð, sum verða veitt sambært lóg. Gjald verður tó ikki tikið fyri heimasjúkrarøkt.

Eftirlit og kæra:

Avgerðir um tænastur sambært lógini, kunnu kærast til:
Kærunevndina í Almanna- og heilsumálum
undir Hornabakka
postsmoga 45
Fo- 110 Tórshavn

Kærast skal innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið skrivliga fráboðan um avgerðina

Markamót:

Kunnu myndugleikarnir ikki semjast um, hvør eigur at veita eina tænastu til borgaran, og skal gjalda fyri hana, verður málið at beina í Markamótsnevndina.

Nevndin hevur til uppgávu at taka avgerð um handfaring av markamótum í mun til aðra lóggávu. Tað eru Almannaverkið og kommunalu samstørvini, sum kunnu leggja mál fyri nevndina.

Markamótsnevndin:

Tey ið mannað nevndina eru Bárður Larsen, løgfrøðingur og adjunktur , sum er formaður, Ása Olsen, aðalskrivari hjá MBF, sum er næstformaður og Katrin Danielsen, kommunulækni.