Raðfesting fyri salting og kavarudding í Vága kommunu:
-
Sløkkiliðsstøðin, dagstovnar, skúlar, heilsudepilin, ellisheim, sambýli, lækni og ambulansuførarar.
-
Aðrir kommunalir vegir og gongubreytir
-
Almenn parkeringsøki og parkeringsøki hjá handlum og fyritøkum.
Landsverk ruddar høvuðsvegin gjøgnum bygdirnar.
Tá serliga nógvur kavi er, leigar kommunan eyka maskinu inn til kavarudding.
Mannagongd fyri vetrarhaldið:
Árstíðin fyri vetrarhaldið er vanliga frá november til apríl. Fimm mans eru knýttir at vanliga vetrarhaldinum hjá kommununi. Vetrarvaktin gongur uppá skift, eina viku í senn. Byrjað verður kl 5 á morgni, har støða verður tikin til, um neyðugt er at grava ella salta. Tvær maskinur rudda ella salta vegirnar. Ein í Miðvági og hin í Sandavági og Vatnsoyrum. Tá vegirnir eru ruddaðir, verða gongubreytirnar tiknar.
Tú kanst hjálpa okkum við at:
-
brúka saltkassarnar, sum standa ymsa staðni í býlingunum í kommununi, tá tað er neyðugt
-
grava fyri egnari innkoyring
-
hugsa um hvar bilarnir verða settir, tá kavi legst, so gravimaskinurnar hjá kommununi sleppa framat
-
siga frá á tlf 794555, um serligur tørvur er á hjálp