Sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd og kunngerð um burturkast, er strangliga bannað at tveita burtur ella brenna burturkast í náttúruni.
Reglur:
Á umhvørvisplássinum eru bingjur til tað, ið brennur, til papp og til jarn og metal. Tað, ið ikki kemur undir hesar bólkar, ráðgevur umsjónarfólkið á staðnum um. Umhvørvisplássið er ætlað til húsarhaldsburturkast, sum ikki fæst í ruskposan.
Hesar reglur skulu haldast, annars kann umsjónarfólkið sýta fyri at taka ímóti burturkastinum.
-
Burturkast skal vera í posum, so at tað ikki fýkur runt.
-
Størri lutir, sum ikki fáast í bingjurnar, skulu lutast sundur, áðrenn hesir verða latnir plássinum. Pappeskjur skulu buntast saman og leggjast í pappbingjuna, (sum bara er til papp). Umhvørvisplássið tekur ikki ímóti mold, hoyggi og gróti.
-
Stórum nøgdum (fullum bilum og vognum) av burturkasti sum t.d. frá bygging og umvælingum, ber ikki til at koma við á umhvørvisplássið. Her mugu fólk annaðhvørt leiga bingju frá IRF, ella sjálvi koyra burturkastið til brennistøðina.
-
Tað er loyvt at koma við tveimum kubikkum um vikuna. Er mongdin meira enn tvey kubikk, verður rokning send við prísum frá IRF
-
Tað er strangliga noktað at seta burturkast uttanfyri umhvørvisplássið ella tveita upp um hegnið.
Heitt verður á fólk um at gera sítt til, at umhvørvisplássið er so ruddiligt og reint sum gjørligt.
Spillolja:
Spillolja skal koyrast í spilloljutangan, sum stendur við umhvørvisplássið hjá kommununi.
Fastir lokadagar:
Jólaaftan
Nýggjársaftan
Páskaaftan
Flaggdagur
1. maj
Ólavsøkuaftan, Ólavsøkudagur
Leygardag á vestanstevnu, tey árini hon er í Miðvági/Sandavági
Hesar dagar er opið:
Hvítusunnuaftan
Grundlógardagur
1. november (alla halganna dagur)