Saman við IRF, bjóðaði Vága Kommuna sínum borgarum eitt sett av Bokashi spannum. Tað vórðu gott 200 stykkir (400 spannir) deildar út til áhugaðar borgarar. Hetta sæst aftur í innheintingini av burturkast hjá IRF í Vága kommunu.
Bokashi er ein máti at endurvinna matleivdir við hús. Í bokashi-tilgongdini verður tilfarið (matleivdirnar) súrgað, eins og tá vit súrga mjólk ella grønmeti. Tilgongdin verður kallað fermentering og er anaerobisk. Hvørja ferð, tú koyrir matleivdir í bokashi-spannina, verður kompostger latin omanyvir (Hendan gerin fylgir við bokashi-settinum).
Tá spannin er full, skal hon standa í tvær vikur í innihita, og síðani er tveir møguleikar at hagreiða bokashi-tilfarið víðari:
- Tilfarið kann gravast niður í mold (t.d. í eina gamla veltu ella í eina pallerammu)
- Tilfarið kann leggjast í ein kompostkassa og síðani verða dekkað til við mold.
Allar matleivdir kunnu latast í bokashi-spannina, eisini fiskur og kjøt. Rotta verður ikki drigin at bokashi á sama hátt sum við vanligum komposti. Orsøkin til hetta er, at innihaldið í Bokashispannini hevur eitt sera lágt pH-virði, og rottum dáma ikki súran mat (tær dragast í størri mun at rotnum mati). Tó kann tað henda, at hundur ella fuglur fer at skava í einum kassa við bokashi, um tilfarið ikki er grivið nóg langt niður. Tí verður mælt til at leggja 5-10 cm av mold omanyvir, hava eitt lok yvir ella brúka ein kompostkassa.
Afturat Bokashi-settinum er tað neyðugt, at borgarar hava ein kompostkassa, pallerammu ella møguleika at grava bokashitilfarið niður úti í garðinum.
Hesar treytir eru fyri at fyribyrgja smittuspjaðing frá køks-og matleivdum, sum stava frá djórum, til húsdjór.
- Køks- og matleivdir skulu vera blivin til sankutøð, áðrenn tey verða brúkt.
- Sankutøðini skulu brúkast í tí húsarhaldi, har matleivdirnar koma frá, og mugu ikki flytast til onnur støð.
- Sankutøð mugu ikki brúkast har samband er við húsdjór, tvs. høsn, gæs, seyð, heimalomb osfr..
- Sankutøð mugu ikki brúkast á landbúnaðarjørð.
Meir kann lesast um sankutøð á heimasíðuni hjá HFS um ásetingar fyri privat húsarhald:
Leinkja: her
Meira kunning? Tit kunnu lesa meira um Bokashi á www.byhaver.dk. Tit kunnu eisini innlima tykkum í føroyska Facebook-bólkin “Bokashi sankutøð í Føroyum”.