Loyvi at brenna bál

Bál

At brenna bál er hugnaligur siður. Men verður ikki rætt farið fram, kann sót og eitrandi evni í roykinum elva til heilsuskaða, ampar og dálking. Tí er neyðugt, at rætt verður borið at.

Tá bál verður kynt, er umráðandi einans at brenna óviðgjørdan við og annað, ið ikki dálkar og er ætlað sum brenni. T.d. træplattar, trækassar og greinar, og ikki at brenna burturkast, ið kann dálka ella vera til skaða ella ampa.

Tá bálið er slóknað, er umráðandi at beina burtur leivdir frá bálinum og lata tær til kommunalu burturkastskipanina.

Áðrenn bálið verður kynt, er umráðandi at fáa loyvi frá kommununi til at brenna bál. Tó einans um talan er um størri bál, so sum jóansøkubál og nýggjársbál.

Vegleiðing

Um brenning á báli ella eldstaði.

Umsókn um loyvi til at brenna Jóansøkubál

Umsókn um loyvi til at brenna nýggjársbál

Gøtunavn, nr. og bygd
Søkt verður um loyvi at brenna *


Treytir

- At bert reinur og turrur viður verður nýttur - At veðrið er til vildar - At brenningin ikki er til ampa fyri grannalagið - At brent ikki verður á parkeringsøki ella vegi, eins og øðrum asfalteraðum økjum - At økið verður ruddað skjótast gjørligt og í seinasta lagi dagin eftir. Um kommunan má rudda uppeftir bálið, verður hetta gjørt fyri loyvishavarans rokning - At tygum, sum ábyrgdarpersónur verða uppskrivaður hjá kommununi/brunaumsjónarmanninum

Kunnandi tilfar annars

- Kunngerð um burturkast, grein 12 (Kunngerð nr. 147 frá 19.10.1995) - Vegleiðing. Brenning á báli ella eldstaði (Umhvørvisstovan)