Integrasjón

At flyta til eitt nýtt land kann vera spennandi og læruríkt, men eisini til tíðir avbjóðandi. Tað er heldur ikki altíð lætt at vita, hvønn ein skal venda sær til fyri at fáa ráð og vegleiðing.
 
Á heimasíðuni Integratión (integration.fo/newcomers) finnur tú meira kunning um ymisk evni, sum kunnu vera viðkomandi fyri nýggjar tilflytarar, umframt eina beinleiðis leinkju har tú kanst biðja um ráð og vegleiðing um praktisk viðurskifti. Tú kanst eisini at biðja um eina integrasjónsviðtalu hjá integrasjónsvegleiðaranum har tosað verður um, til dømis, hvaðani tú ert, útbúgvingarstøði og arbeiðsroyndir tínar, familjuviðurskiftir og áhugamál, og tínar ætlanir í Føroyum.
 
Tørvar tær meira kunning, set teg so í samband við Útlendingastovuna