Heilsudepilin

Heilsudepilin í Vágum

Tann 22. juli 2015 bleiv Heilsudepilin í Vágum góðkendur av Kartin Hansen, landsstýrismanni í Heilsumálum.

Á Heilsudeplinum verður dentur lagdur á, at veita og menna heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kanningar, veitingar og ráðgeving til borgaran.

Ætlanin er, at stórur partur av heilsuveitingunum til borgarar við varandi sjúkum og eldri, skal kunna fara fram á Heilsudeplinum.

Í Diabetesheildarætlanini fyri Føroyar, verður lýst hvussu diabetesviðgerðin hjá hesum sjúklingabólki kann skipast í framtíðini – og hvussu uppgávubýtið kann verða millum sjúkrahús og heilsudeplar.

Á Heilsudeplinum í Vágum starvast kommunulæknar, Heimatænastan, sjúkrarøktarfrøðingar, økispsykiatri, Gigni, kostráðgevi , sálarfrøðingur, fysioterapeutur og ljósmóður.