
Illustratiónir eftir Janu Jonhardsdóttir og grafisk uppseting Eva Birgirsdóttir
Skráin kann takast niður á telefonina her
Undurfagri Mai 2025 skrá
"Áh, tú undurfagri mai! Eggfult tjaldursreiður..." Við hesum vakra sangi hjá Tummasi N. Djurhuus bjóða vit í Vága kommunu vælkomin til enn innihaldsríkan mai mánaða við denti á náttúru, mentan og felagsskapi fyri allar borgarar og vitjani í kommununi.
Eftirmetingin av tiltakinum í fjør staðfesti, at Undurfagri mai verður eitt afturvendandi tiltak, har vit í felag seta sjóneykuna á tað, sum eyðkennir okkum og tað, sum kann geva okkum nýggj sjónarmið, sambond og upplivingar sum menniskju.
Í hesum mánaðinum kunnu vit gleða okkum til at uppliva alt frá tónleiki, filmi og dansi til fyrilestrar, sølutorg og náttúruupplivingar í allari kommununi.
Takk til tykkum, sum skipa fyri, fremja, hýsa og luttaka – uttan tykkum var hetta ikki møguligt.
Við ynski um ein Undurfagran mai!
Bjarni Prior,
borgarstjóri