Kálvalíð – og søgurnar um Beintu
Kálvalíð er eitt av elstu húsunum í Føroyum, umframt at tað var eitt av fyrstu lokalu søvnunum, sum læt upp. Kálvalíð er serstakliga kent fyri at vera einkjusetur, har Bente Christine Broberg ella Beinta, sum var íblástur til skaldsøguna um Barbaru hjá Jørgen Frantz Jacobsen, búði.
Søgurnar um Beintu eru nógvar, men í nýggjari tíð hevur verið nógv granskað í almennum skjølum, sum lýsa Beintu í heilt nýggjum ljósi, sum eina góða og sterka kvinnu.
Sum eina royndarverkætlan vóru fastar upplatingartíðir í Kálvalíð seinasta summar. Vegna umvælingar hevur ikki verið opið higartil í summar, men nú er aftur møguligt at vitja Kálvalíð.
Opið er mikudagar og hósdagar frá klokkan 14-16 og leygardag frá klokkan 14-16 fram til tann 16. september 2023
Kostnaður: 50,- pr. persón.
Størri bólkar, sum ynskja at vitja í Kálvalíð, kunnu seta seg í samband við Vága kommunu á telduposti vaga@vaga.fo.