
Kvøldskúlin í Vága kommunu
Góðu borgarar
Kvøldskúlin í Vága kommunu er ein týðandi partur av okkara lokalsamfelagi. Hann gevur øllum møguleikan at læra, royna og menna seg – uttan mun til aldur ella royndir. Kvøldskúlin byggir á hugtakið um lívlonga læring: at vit øll kunnu læra og mennast alt lívið, bæði fakliga, skapandi og menniskjaliga.
Í faldaranum finnur tú eitt fjølbroytt skeiðsval. Nøkur skeið geva tær høvi at arbeiða við hondunum og skapa nakað, tú kanst taka heim við tær – til dømis leirarbeiði, hondarbeiði og málningalist. Onnur geva tær innlit í føroyska mentanararvin, so sum ættargransking og siðbundin hondverk. Eisini bjóða vit skeið, sum styrkja kropp og sinn, eitt nú raddarvenjing, fimleik, kórsang og tónleik.
Kvøldskúlin er ikki bara eitt stað at læra, men eisini eitt stað at møta øðrum, deila áhugamál og byggja felagsskap. Tað er mín vón, at skeiðini kunnu geva tær bæði íblástur, nýggja vitan og góðar løtur saman við øðrum.
Eg geri vart við, at fleiri skeið verða boðin út seinni í ár og í vár. Tey skeiðini verða lýst á heimasíðuni hjá Vága kommunu, so eg mæli tær til at fylgja við har.
Tað er umráðandi at nevna, at øll skeiðini eru treytað av nøktandi luttøku og játtan frá Undirvísingarstýrinum. Tilmeldingin letur upp 1. oktobur kl. 12.00, og fólk kunnu melda seg til skeiðir, fram til skeiðini byrja.
Við kvøldskúlakvøðu
Beinir Bergsson,
kvøldskúlaleiðari
Veving fyri vand

Skeiðið er ætlað vandum vevarum, sum vilja arbeiða víðari við egnum verkætlanum, fáa fakliga vegleiðing og íblástur og deila royndir við onnur. Plássið er avmarkað.
Leinkja til tilmelding kemur 1. oktober.
Ættargransking / Genealogy

Ættargransking við Kára Thorsteinsson á Giljanesi.
Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvørji spor tín ætt hevur sett í søguna? Vilt tú vita meira um røturnar hjá familjuni – og finna fram til navn, stað og søgur, sum liggja gomul og goymd í ættartræðnum?
So er hetta skeiðið nakað fyri teg.
Á skeiðnum arbeiða vit við forritinum Legacy á tíni egnu teldu, og tú lærir, hvussu tú kanst savna, skipa og varðveita upplýsingar um ætt og familjusøgu. Tú fært innlit í, hvussu ættarband eru knýtt saman – og kanska finnur tú óvæntaðar samanhangir ella slektarbond, sum tú ikki visti um. Skeiðið er ætlað bæði royndum og óroyndum, og undirvísarin, Kári Thorsteinsson, leiðir teg trygt gjøgnum stigini.
Hetta er eitt skeið, har vit arbeiða bæði við teldutøkni og við minnum og søgum. Tú fært møguleika at granska í ættini og samstundis at deila áhugan við onnur, sum eisini hava hug at grava djúpari í fortíðina. Tað er bæði eitt læruríkt og persónligt arbeiði, sum kann geva eina nýggja fatan av, hvør vit eru og hvaðani vit stava.
Leinkja til tilmelding kemur 1. oktober.
Gittarspæl / Guitar Playing

Gittarspæl við Holgari Jacobsen.
Hevur tú altíð havt hug at læra gittar? Ella hevur tú spælt eitt sindur, men vilt fáa betri tamarhald á akkordum og spæliteknikkum? Vilt tú kunna spæla til felagssang ella njóta at spæla fyri teg sjálvan?
So er hetta skeiðið júst nakað fyri teg.
Á skeiðnum arbeiða vit við grundleggjandi spæliteknikkum, akkordum og rytmum, sum gera tað lættari at spæla bæði kend løg og nýggj tónastykki. Skeiðið er ætlað bæði royndum og óroyndum, og undirvísarin Holgar Jacobsen vegleiðir bæði teimum, sum júst eru byrjað, og teimum, sum vilja koma víðari við spælinum.
Hetta er eitt skeið, har tú bæði fært frálæru og møguleika at spæla saman við øðrum. Tað er ein hugnalig løta við tónleiki og læring, har tú kanst menna teg, fáa nýggjar tónleikavinir og ikki minst finna gleðina við at spæla gittar.
Leinkja til tilmelding kemur 1. oktober.
EN:
Guitar Playing
Have you always wanted to learn guitar? Or have you already played a little but want to get better at chords and playing techniques? Would you like to accompany singing or just enjoy playing for yourself?
Then this course is for you.
In Guitar Playing we work with the basics: chords, rhythms, and techniques that make it easier to play both familiar songs and new pieces. The course is for both beginners and more experienced players, and the instructor, Holgar Jacobsen, will guide both those just starting and those who want to take their skills further.
This is a course where you will receive instruction and also have the chance to play together with others. It is a cozy time with music and learning, where you can grow, make new musical friends, and above all discover the joy of playing guitar.
The course will be in Faroese.
Rammuveving og aðrir hættir at veva á byrjanarstøði

Haraldsstovuhandilin í Sandavági. Hittast fýra ferðir: tvær ferðir í heyst og tvær ferðir í vetur. Dagarnir koma seinni
Ert tú forvitin eftir at læra at veva, men veitst ikki, um tú ert til reiðar at fáa tær ein stóran vevstól? Á hesum byrjanarskeiðnum kanst tú royna vevingina í smærri og einfaldari líki.
Vit arbeiða við rammuveving og øðrum grundleggjandi háttum at veva. Tú lærir um tilfar, litir, bindingar og tær fyrstu arbeiðsgongdirnar frá tráði til liðugt verk. Minna Thomasen og Sanna Akselsen vísa ymiskar teknikkir og hjálpa tær at koma í gongd við tína egnu lítlu veviverkætlan.
Skeiðið er ætlað óroyndum og er eitt gott høvi at finna út av, um tú hevur hug at kava djúpari í vevingina.
Leinkja til tilmelding kemur 1. oktober.
Gera modelbátar / Building Model Boats

Gera modelbáta við Holgari Jacobsen á Giljanesi í smíðstovuni.
Hevur tú altíð verið hugtikin av bátum? Droymir tú um at smíða tín egna lítla bát, sum tú kanst hava standandi heima ella geva sum gávu? Leitar tú eftir eini hugnaligari og skapandi løtu, har tú kanst hugsavna teg, hitta fólk og læra nakað nýtt?
So er hetta skeiðið júst nakað fyri teg.
Vit arbeiða við grundleggjandi handverki í smíð, og tú lærir at byggja ein modelbát frá grundini. Tú verður vegleidd/ur í at brúka amboðini og at arbeiða við tilfari, so tú spakuliga fært tamarhald á smálutunum og fært ein bát at taka skap. Skeiðið er ætlað bæði royndum og óroyndum, og tú verður partur av einum tryggum og læruríkum umhvørvi.
Arbeitt verður við ymiskum stigum frá einfaldum formum til fínari detaljur. Tú fært holla frálæru frá undirvísara og møguleika at arbeiða sjálvstøðugt, alt meðan tú ert partur av einum felagsskapi. Hetta er eitt skeið, har tú bæði kanst njóta arbeiðið í løtuni og fara heim við einum báti, sum tú hevur smíðað við egnum hondum.
Leinkja til tilmelding kemur 1. oktober.
EN:
Building Model Boats
Are you fascinated by boats and the sea? Would you like to build your own small boat that you can keep at home or give as a gift? Or are you looking for a creative and focused hobby?
Then this course is for you.
In Building Model Boats we work with basic woodworking techniques, and you will learn to build a model boat from the ground up. The instructor, Holgar Jacobsen, will guide you in using tools and materials, helping you gain control of the details and shape a boat with your own style. The course is for both beginners and experienced participants, and you will learn in a supportive and safe environment.
This course gives you practical skills while also offering a cozy and inspiring community. You will leave with a finished boat – and with the joy of having created something unique with your own hands.
The course will be in Faroese.
Linoliumsprent

Listastovan. Mánadagar kl. 17.00–19.00 í heysthálvuni, frá 19. oktober
Við linoliumsprenti kanst tú gera eina einfalda tekning til eitt livandi prent, sum kann endurtakast í fleiri litum og útgávum.
Á skeiðnum lærir tú grundleggjandi arbeiðsgongdina í linoliumsprenti: at gera eitt motiv, flyta tað yvir á linolium, skera tað út og prenta tað á pappír. Tú fært eisini høvi at royna teg við ymiskum litum, kompositiónum og mátum at seta prentini saman.
Jana Jonhardsdóttir vegleiðir luttakararnar gjøgnum arbeiðið. Skeiðið er ætlað bæði teimum, sum ongantíð hava roynt linoliumsprent, og teimum, sum hava hug at arbeiða víðari við egnum hugskotum.
Leinkja til tilmelding kemur 1. oktober.
Konufimleikur / Women’s Gymnastics

Konufimleikur við Hervør Jørgensen í bygdarskúlanum í Miðvági, mána- og hósdagar 17.15-18.00, kostnaður 400 kr.
Longri lýsing:
Kennir tú tørv á at røra teg meira, men vilt gera tað saman við øðrum? Saknar tú orku í gerandisdegnum, ella hevur tú hug at sameina venjing við sosialum felagsskapi?
So er hetta skeiðið júst nakað fyri teg.
Í konufimleiki arbeiða vit við grundleggjandi rørslum, venjingum fyri styrki og fimi, og venjingum sum betra um kropsburðin. Alt verður gjørt í einum góðum og tryggum felagsskapi, har øll kunnu vera við – bæði roynd og óroynd. Undirvísarin, Hervør Jørgensen, leggur dent á at venjingarnar skulu vera bæði gagnligar og stuttligar, so tú fært bæði orku og gleði av at luttaka.
Hetta er eitt skeið, sum gevur tær møguleika at venja regluliga, samstundis sum tú hittir aðrar kvinnur við sama áhuga. Tað er ein løtt og mennandi leið til betri heilsu og meiri vælveru í gerandisdegnum.
Leinkja til tilmelding kemur seinni.
EN:
Women’s Gymnastics
Do you feel the need to move more but want to do it in a relaxed and social environment? Are you looking for more energy in your daily life, or would you like to combine exercise with good company?
Then this course is for you.
In Women’s Gymnastics we focus on basic movements, exercises for strength and flexibility, and training that improves posture and body awareness. Everything takes place in a supportive and fun community, where everyone can join – both beginners and those with some experience. The instructor, Hervør Jørgensen, makes sure that the training is both effective and enjoyable, so you leave each class with more energy and a smile.
This is a course that gives you the chance to exercise regularly while also connecting with other women who share the same interest. It is an easy and inspiring way to improve your health and well-being.
Leirarbeiði / Pottery

Leirarbeiði við Hervør Jørgensen á Giljanesi í handarbeiðsstovuni, mikukvøld kl. 19.00 -21.30, kostnaður 1000 kr.
Longri lýsing:
Hvussu hevði tað verið at gjørt tín egna kopp til kaffimunnin um morgnarnar, eina skál til fruktina ella eitt sindur av prýði til heimið? Á hesum skeiðnum fært tú møguleika at arbeiða við leiri og at skapa bæði brúkslutir og listarlig verk.
Á skeiðinum arbeiða vit við grundleggjandi handverki innan modellering og formgeving. Tú fært innlit í, hvussu leir kann evnast. Skeiðið er ætlað bæði royndum og óroyndum, so øll kunnu vera við, og undirvísarin Hervør Jørgensen vegleiðir gjøgnum øll stigini í arbeiðinum.
Hetta er eitt skeið, har tú bæði fært praktiskan førleika og møguleika at geva rúm fyri hugflognum. Arbeitt verður í einum hugnaligum felagsskapi, har tú kanst møta øðrum skapandi fólkum, deila royndir og fáa íblástur. Tú fert heim við verkum, sum tú hevur skapað sjálv/ur – og við eini kenslu av, at hendur og hugflog arbeiða saman.
Leinkja til tilmelding kemur 1. oktober.
EN:
Pottery
Would you like to try working with clay – a material that is both tactile and creative? Do you want to make cups, bowls or decorative pieces that carry your own personal touch?
Then this course is for you.
In Pottery you will work with basic techniques in modeling and shaping clay. You will learn how clay can be brought to life – from simple forms to more complex creations. The course is intended for both beginners and those with some experience, and the instructor will guide you through all stages of the process.
This is a course that gives you both practical skills and the chance to let your imagination flourish. The classes take place in a friendly and inspiring atmosphere, where you can meet other creative people, share experiences, and get inspired. You will return home with works that you have created yourself – and with the sense that your hands and imagination can shape something unique.
The course will be in Faroese.
Málningalist / Learn the Art of Painting

Málningalist við Póli Skarðenni í gamla skúli í Miðvági, mánakvöld 19.00 - 22.00 , frá 20. okt., kostnaður 600
Longri lýsing:
Hevur tú hug at fáa litirnar at livna á løriftinum? Vilt tú seta tíð av til at arbeiða miðvíst við tíni málningalist? Vilt tú royna teg við penslum, litum og hugflogi ella kanska finna gleðina við at mála aftur?
So er hetta skeiðið júst nakað fyri teg.
Á skeiðnum arbeiða vit við grundleggjandi handverki í málningalist, og tú sleppur at royna teg við ymiskum litum, formum og amboðum. Tú kanst arbeiða frítt við egnum hugskotum, men eisini fáa nýggjar avbjóðingar, sum gera teg tryggari í at mála. Skeiðið er ætlað bæði royndum og óroyndum, og undirvísarin, Pól Skarðenni, leggur dent á at møta tær har, sum tú ert – soleiðis at bæði nýbyrjarar og roynd kunnu mennast.
Hetta er eitt skeið, sum gevur tær møguleika at hugsavna teg, finna gleði í litum og arbeiða skapandi í einum hugnaligum felagsskapi. Tú fært bæði vegleiðing og frælsi til at menna tín egna stíl, og tú kanst samstundis fáa íblástur frá hinum luttakarunum.
EN:
Learn the Art of Painting
Would you like to see colors come alive on the canvas? Do you want to try brushes, paints, and imagination – or perhaps rediscover the joy of painting that has been waiting inside you?
Then this course is for you.
In Painting we work with the basic techniques of visual art, and you will have the chance to experiment with colors, forms, and tools. You can work freely with your own ideas, but you will also be introduced to new challenges that help you become more confident in painting. The course is intended for both beginners and more experienced participants, and the instructor, Pól Skarðenni, will meet you at your own level – so that everyone can grow and develop.
This course gives you time to focus, find joy in colors, and work creatively in a supportive community. You will receive both guidance and the freedom to develop your own style, while also finding inspiration from the other participants. It is a space where colors, feelings, and imagination can come alive.
The course will be in Faroese.
Málningalist fyri børn / Painting for Children

Málningalist við Póli Skarðenni í gamla skúli í Miðvági, mánakvöld 16.00 - 18.00, kostnaður 600
Hetta er ein verkstova til børn frá 4. flokki og uppeftir, sum hava áhuga í tí listarliga. So hevur tú eitt barn, sum er forvitið eftir at blanda litir, tekna og mála, so er hetta til títt barn. Pól fer læra frá sær um tað listarliga, so títt barn fær eina grundleggjandi vitan um málningalist, og hvussu man kann byrja og endað eitt verk. Verkstovan er mánadagar klokkan 16.00 til 18.00. Lat títt barn ganga til málningalist, og lat tað finna út av, hvat list er.
Leinkja til tilmelding kemur 1. oktober.
EN:
Painting for Children
This is a workshop for children from 4th grade and up who are interested in the arts. If your child is curious about mixing colors, drawing, and painting, then this is for them. Pól will teach the artistic basics so your child gains a foundation in painting and learns how to start and finish a work. The workshop is on Mondays from 16:00 to 18:00. Let your child attend painting and let them discover what art is.
Kreativt skriviskeið / Creative Writing Course

Kreativt skriviskeið við Rannvá H. Glerfoss, hósdagar kl 17 til 19 í Listastovuni.
Hevur tú hug at fáa orðini at flóta fríari á pappírinum? Vilt tú venja teg í at skriva tekstir, sum bæði fanga og røra – ella kanska bara geva tær sjálvum rúm til hugflog og skapan? Ella kanska saknar tú ein felagsskap, har tú kanst deila tekstir við?
So er hetta skeiðið nakað fyri teg.
Á skeiðnum arbeiða vit við ymiskum skriviteknikkum og venjingum, sum hjálpa tær at menna tín egna stíl. Tú fært høvi at royna teg við stuttum uppgávum, tekstbrotum og fríari skrivivenjingum, og tú sleppur at spæla við bæði orðini og tónan í tekstinum. Skeiðið er ætlað bæði royndum og óroyndum, so øll kunnu vera við – tú fert at fáa vegleiðing, sum hóska til tín tørv og støði.
Hetta er eitt skeið, sum gevur tær skrivigleði og arbeiðir við tínum skapandi førleikum í einum tryggum og hugnaligum umhvørvi. Tú kanst deila tekstir við hini, fáa íblástur og nýggjar tankar – og kanska eisini finna nýggjar mátar at seta orð á tankar og kenslur.
Leinkja til tilmelding kemur 1. oktober.
EN:
Would you like your words to flow more freely on the page? Do you want to practice writing texts that can capture and move – or simply give yourself the space for imagination and creativity?
Then this course is for you.
In Creative Writing we work with different writing techniques and exercises that help you develop your personal style. You will have the chance to try short tasks, fragments, and freer writing exercises, and to play with both words and tone. The course is intended for both beginners and experienced writers, and the instructor will guide you according to your needs and level.
This is a course that brings joy to writing and develops your creative abilities in a safe and inspiring environment. You can share texts with others, gain new ideas, and perhaps discover new ways to put words to thoughts and feelings.
Hvølpalás / Traditional Wooden Lock

Hvølpalás á Giljanes, smíðstovan, týs- og mikukvøld frá kl. 19 til 21. Kostnaður 600.
Longri lýsing:
Hvølpalásini, sum vit eisini kenna væl í Føroyum, eru eitt serstakt handverk. Á skeiðnum lærir tú at gera eitt hvølpalás og fært nærri kunnleika um søguna og handverkið.
Tú lærir at gera eitt hvölpalás. Skeiðið er ætlað royndum og óroyndum.
Á skeiðnum verður dentur lagdur á bæði frálæru og royndir í verki, soleiðis at tú fært bæði fakliga vitan og praktiska førleika. Undirvísarin leiðir teg gjøgnum arbeiðsuppgávur, sum hóska til tín tørv og støði.
Skeiðið er eisini ein góður møguleiki at hitta onnur við sama áhuga, deila royndir og menna eitt netverk.
Leinkja til tilmelding kemur 1. oktober.
EN:
Hvølpalás (Traditional Wooden Lock)
Hvølpalás, well known in the Faroe Islands, is a distinctive traditional craft. In this course, you will learn how to make a hvølpalás (a traditional Faroese wooden lock mechanism) and gain insight into its history and the craft itself.
You will learn to make a hvølpalás. The course is intended for both beginners and those with experience. Emphasis is placed on both instruction and hands-on work, so you gain both knowledge and practical skill. The instructor will guide you through tasks adapted to your needs and level.
This course is also a good opportunity to meet others with the same interest, share experiences, and build a network.
Várleykir / Flower Bulbs

Várleykir í vakstrarhúsinum, 30. okt, kl. 15 til 18, kostnaður 250,-
Kundi tú hugsa tær nøkur hugskot viðv at seta várleykir niður, verða klár/ur til páskirnar?
Og vilt tú læra meira um, hvat tú kanst gera í havanum hesa ársins tíð? Læra, hvussu tú fært jóladekoratiónir við ymiskum tilfari úr havanum? So er hetta skeiðið júst nakað fyri teg. Vit arbeiða við ymiskum tilfari og hugskotum, sum taka støði í ”Urtagarðsbókin” sum er sett upp eftir árstíðunum .
Skeiðið er ætlað bæði royndum og óroyndum, og undirvísarin vegleiðir gjøgnum ymisk stig at seta blómuleykir, soleiðis at øll fáa nakað burturúr, óansæð hvussu royndur mann er. Hetta er eitt skapandi skeið, har tú bæði arbeiðir handaligt og fært rúm fyri at menna tín egna prýðingarstíl.
Samstundis er tað eitt hugnaligt høvi at arbeiða saman við øðrum, fáa íblástur og deila hugskot. Tú fert heim við dekoratiónum, , sum seta ein serligan dám á heim títt – tá vit tendra ljósini í vetrarmyrkrinum. eins og við blómuleykum, sum tú kanst seta niður heima.
Leinkja til tilmelding kemur 1. oktober.
Pakistanskur matur: butter curry

Skeið í pakistanskum butter curry við Shakeel Jamil í skúlanum á Giljanesi fríggjadagin 6. november kl. 19.00–21.00. Kostnaður 400 kr.
Kom og lær at gera butter curry saman við Shakeel Jamil. Tú lærir stig fyri stig, hvussu tú byggir rættin upp og brúkar kryddur og annað tilfar til at fáa fram tann eyðkenda, ríka smakkin.
Skeiðið er ætlað bæði royndum og óroyndum. Vit hittast eitt kvøld, har tú bæði lærir at gera ein nýggjan rætt og fært innlit í pakistanska matmentan. Skeiðið er eisini eitt hugnaligt høvi at gera mat og hitta onnur við sama áhuga.
Skeiðið verður á enskum.
Leinkja til tilmelding kemur 1. oktober.
Pakistanskur matur: linsasúpan

Skeið í pakistanskari linsasúpan við Shakeel Jamil í skúlanum á Giljanesi fríggjadagin 2. oktober kl. 19.00–21.00. Kostnaður 400 kr.
Kom og lær at gera pakistanska linsasúpan saman við Shakeel Jamil. Tú lærir stig fyri stig, hvussu tú gert eina vælsmakkandi súpan við linsum, kryddurtum og smakki úr pakistanska køkinum.
Skeiðið er ætlað bæði royndum og óroyndum. Vit hittast eitt kvøld, har tú bæði lærir ein nýggjan rætt og fært innlit í pakistanska matmentan. Skeiðið er eisini eitt hugnaligt høvi at gera mat og hitta onnur við sama áhuga.
Skeiðið verður á enskum.
Leinkja til tilmelding kemur 1. oktober.
Ljóðtøkni

Listastovan. Mikudagarnar 28. oktober og 4. november kl. 17.00–20.00 og leygardagin 7. november kl. 13.00–18.00
Hvussu fært tú eitt ljóðføri ella eina rødd at ljóða væl í hátalarunum? Og hvussu brúkar tú mikrofonir, miksipult og aðra ljóðútgerð á rættan hátt?
Á skeiðnum fært tú eina praktiska innleiðing í grundleggjandi ljóðtøkni. Hans Andor Johannesen vísir, hvussu útgerðin verður sett upp, hvussu ljóð verður tikið upp og stýrt, og hvussu tú kanst arbeiða við ljóðinum, so rødd og tónleikur koma greitt fram.
Dentur verður lagdur á at royna útgerðina í verki. Skeiðið hóskar bæði teimum, sum arbeiða við tónleiki og tiltøkum, og teimum, sum bara eru forvitin eftir at læra meira um ljóð.
Leinkja til tilmelding kemur 1. oktober.
Prutlkoyrikort / Moped Driver’s Licence

Prutlkoyrikort, Dato kemur seinni, kostnaður: 2.450kr
Longri lýsing:
Hevur tú glett teg til at taka prutlkoyrikortið? Skeiðið byrjar eftir heystfrítíðina, nærri kunning um dato kemur seinni. Eisini tekur tú fyrstihjálparskeið í hesum sambandi.
Leinkja til tilmelding kemur 1. oktober.
Vágakórið / Vágar Choir

Vágakór við John Debes Jacobsen í bygdarskúlanum, Miðvági, mánakvöld, kostnaður ókeypis
Longri lýsing:
Dámar tær væl at syngja, men saknar tú eitt stað, har tú kanst venja røddina og syngja saman við øðrum? Hevur tú hug at gerast partur av einum kóri, har gleðin við sangi og góður felagsskapur ganga hond í hond?
So er hetta júst nakað fyri teg.
Vágakórið hittist einaferð um vikuna í bygdarskúlanum í Miðvági, har vit syngja saman undir leiðslu av John Debes Jacobsen. Repertoirið fevnir um ymisk sløg av sangi, og dentur verður lagdur á bæði rødd, frasering og gleðina við felagssangi.
Hetta er eitt skeið, sum bæði styrkir tín sangførleika og gevur tær møguleika at vera partur av einum felagsskapi, har vit deila tónleik, íblástur og góðar løtur saman.
EN:
Vágar Choir
Do you enjoy singing but miss having a place where you can practice and sing together with others? Would you like to be part of Vágar Choir and join its community?
Then this course is for you.
Vágar Choir meets once a week at the school in Miðvágur, under the direction of John Debes Jacobsen. The repertoire covers different types of songs, and focus is placed on both voice, phrasing, and the joy of singing together.
This course gives you the chance to develop your singing ability while also being part of a group that shares inspiration, music, and good times together.
Glaslist

Skúlin á Giljanesi. Hittast fýra ferðir: 21., 24., 28., og 31., oktober.
Glas kann bæði vera litríkt, gjøgnumskygt og óvæntað. Á hesum skeiðnum fært tú høvi at kanna, hvussu smá glasbrot kunnu setast saman til eitt persónligt listaverk.
Ingun Joensen vísir grundleggjandi arbeiðshættir innan glaslist og vegleiðir tær í at velja litir, skap og kompositión. Tú arbeiðir við egnum hugskotum og skapar prýðislutir ella smærri verk úr glasi.
Tað er ikki neyðugt at hava arbeitt við glasi áður. Skeiðið er ætlað bæði royndum og óroyndum, sum hava hug at arbeiða skapandi við einum øðrvísi tilfari. Tilfarið verður goldið umframt skeiðsgjaldið.
Leinkja til tilmelding kemur seinni.
Brodering / Embroidery

Bordering við Sofíu Jacobsen á Giljanesi, Mikukvøld kl. 19.00 -21.30, kostnaður: 600
Longri lýsing:
Aftur í ár verður vælumtókta broderingsverkstova við Sofíu. Her er millum annað gjørligt, at brodera mynstur til tann føroyska búnan og mangt annað. Men um tú velur at brodera til tann føroyska búnan, skal áteknað stoff havast við frá byrjan. Ert tú roynd/ur ella óroynd/ur, so er um at tekna seg til skjótast gjørligt, tí plássini fara skjótt.
Leinkja til tilmelding kemur 1. oktober.
EN:
Embroidery
Once again this year, the popular embroidery workshop with Sofía returns. Among other things, it is possible to embroider patterns for the Faroese national costume and much more. If you choose to embroider for the national costume, labelled fabric must be brought from the start. Whether you are experienced or a beginner, you should sign up as soon as possible, as places fill quickly.
Dungeons & Dragons

Skúlin á Giljanesi. Fríggjadagar kl. 18:00-22:00 í heysthálvuni, frá 23. oktober.
Hevur tú hug at fara inn í ein heim við gandakynstri, loyndarmálum og óvæntaðum avbjóðingum? Í Dungeons & Dragons skapa luttakararnir eina søgu saman, har valini hjá hvørjum einstøkum kunnu broyta alla gongdina.
Á skeiðnum lærir tú tær grundleggjandi reglurnar í spælinum, gert tín egna leiklut og fert saman við hinum luttakarunum á eitt ævintýr. Ragnar Djurhuus leiðir spælið og skapar karmarnar, men tað eru hugflogið, samstarvið og avgerðirnar hjá luttakarunum, sum fáa søguna at liva.
Tað er ikki neyðugt at hava spælt áður. Tú skalt bara hava hug at brúka hugflogið, loysa uppgávur og skapa eina góða søgu saman við øðrum.
Leinkja til tilmelding kemur 1. oktober.
FSA á byrjanarstigi

Skúlin á Giljanesi. Mánadagar 18:00-21:00, frá 19. oktober
Vilt tú læra føroyskt og gerast tryggari í vanligum samrøðum í gerandisdegnum?
Á byrjanarskeiðnum arbeiða vit við grundleggjandi føroyskum orðfeingi, úttalu og einfaldum setningum. Vit venja føroyskt, sum tú kanst brúka í gerandisdegnum, eitt nú í handli, á arbeiðsplássinum, í skúlanum og í samskifti við onnur.
Petra Olsen undirvísir, og dentur verður lagdur á at lurta, tosa, lesa og skriva í einum tryggum undirvísingarumhvørvi. Skeiðið er ætlað teimum, sum duga lítið ella einki føroyskt frammanundan.
Leinkja til tilmelding kemur 1. oktober.
FSA á framhaldsstigi

Skúlin á Giljanesi. Mikudagar 18:00-21:00, frá 21. oktober
Dugir tú longu nakað av føroyskum, men vilt víðka orðfeingið og gerast tryggari í at tosa, lesa og skriva málið?
Á framhaldsstiginum arbeiða vit víðari við føroyskum máli og málbygnaði. Vit venja samrøður úr gerandis- og arbeiðslívinum, lesa ymiskar tekstir og arbeiða við skrivligum uppgávum. Dentur verður eisini lagdur á úttalu og á at duga at orða seg greiðari í ymiskum støðum.
Petra Olsen undirvísir. Skeiðið er ætlað teimum, sum longu hava grundleggjandi kunnleika í føroyskum og ynskja at menna málið víðari.
Leinkja til tilmelding kemur 1. oktober.
Træsmíð

Skúlin á Giljanesi, smíðstovan
Hósdagar kl. 16.00–18.00, frá 22. oktober
Hevur tú hug at læra at arbeiða við træi og gera ein lut, sum bæði er haldgóður og ber brá av tínum egna handverki?
Á skeiðnum fært tú innlit í grundleggjandi træsmíð og lærir at brúka vanlig handamboð og maskinur á tryggan hátt. Tú arbeiðir við einari verkætlan, har tú lærir at máta, saga, seta saman og gera træið liðugt. Holgar Jacobsen vegleiðir teg gjøgnum arbeiðsgongdina og hjálpir tær at laga uppgávuna eftir tínum royndum.
Skeiðið er ætlað bæði royndum og óroyndum. Tú fært praktiskar førleikar og møguleika at skapa nakað við egnum hondum.
Leinkja til tilmelding kemur 1. oktober.