Krígssavnið

Krígssavnið

Fyrsti fundurin í smb. við at stovnað Krígssavnið var hin 1. apríl 2008 og vóru tað Felagið Vágar og Vága Kunningarstova, sum tóku stig til fundin. Umboð fyri ferðavinnuna í Vágum, kommunurnar, Lions Club og bygdarsøvnini í Vágum luttóku á fundinum.

Felagið varð stovnað hin 23. juli 2008 á fundi á Kunningarstovuni í Miðvági har 43 fólk vóru møtt. Á stovnandi fundinum varð ein nevnd við 5 limum vald at stýra savninum.

Búmerkið fekk savnið hin 13. februar 2009 og er tað

Suffía við Stein, Fuglafirði, sum hevur teknað búmerkið.

Savnið lat upp á fyrsta sinni í hølum í Miðvági hin 2. mai 2009 við hátíðarhaldi, har Sørvágs Tónleikarfelag spældi, Karl Jóhan Nielsen beyð vælkomin og helt røðu vegna Krígssavnið, Martin Næs helt røðu og skarð snórin vegna Mentamálaráðið og eini 300 fólk vitjaðu.

Fyrsta árið vitjaðu ikki færri enn 2500 fólk savnið. Trý ár seinni høvdu yvir 5000 fólk vitja savnið.

Fyrstu árini vóru tað kommunurnar í Vágum, sum í høvuðs-heitum stuðlaðu savninum. Í 2011 kom Krígsssavnið eisini á fíggjarlóg landsins.

3. november 2011 varð skeytið undirskrivað og Krígssavnið fekk SOR-bygningin til ognar. Við hesum varð komið á mál við ætlanini frá 2008, tá Krígssavn varð sett á stovn við tí endamáli, at ogna sær SOR-bygningin til Krígssavn.