
Tilmelding til Venjari 1 – Vága Kommuna 2025
Saman við Ítróttarsambandi Føroya bjóðar Vága kommuna skeiðið Venjari 1, sum er ætlað øllum, ið vilja styrkja sínar førleikar sum venjarar. Tú kanst vera íðkari, foreldur ella virkandi venjari, sum vil gerast enn betri. Tú skal verða fyltur/fylt 15 ár fyri at luttaka á skeiðnum.
Við venjara-1 útbúgvingini fært tú grundleggjandi vitan um m.a venjaraleiklutin, fysiska venjing, ítrótt fyri børn og ung og um ítróttaskaðar. Tú verður før/ur fyri at verða venjari hjá liðum og einstaklingum á byrjanarstigi og hjá eitt sindur royndum leikarum/íðkarum.
Hetta merkir, at tú:
fært amboð til at skapa eitt motiverandi venjingarumhvørvi
skilir munin á, hvussu børn og vaksin mennast í venjingini
lærir at samskifta við ymsar áhugabólkar (íðkarar, foreldur, venjarar og leiðarar)
megnar at fyrihalda teg til egnan leiklut sum venjari og at fyrihalda teg til ein serstakan málbólk
dugir at reflektera yvir, hvat tú dugir í dag, og hvat tú ikki dugir.
Haraftrat kanst tú við tí valfríu e-læringini fáa førleikar á hesum økjum:
Skaðar
Orkuskipanir í vøddunum
Kropp og trivnað hjá teimum ungu
Etingarólag
Gentur, sum íðka
Íðkarar, sum bera brek ella hava serligan tørv.
Tíðarætlan:
Skeiðið er bygt upp av tveimum pørtum:
Partur 1: Byrja 3 vikur innan skeiðsdagin ella við tilmelding.
fýra kravd e-læringsmodul umframt í minsta lagi eitt valfrítt e-læringsskeið. (tú skalt vænta at brúka millum 5-8 tímar tilsamans upp á hesi)
Partur 2: Ein skeiðsdagur upp á 9 undirvísingartímar (á 45 min).
Innihaldið verður teoretisk framløga, viðkomandi kjak um ítrótt og ymiskar uppgávur og praktiskar venjingar í fimleikahøll. Tvs luttakararnir mugu hava ítróttaklæðir við.
Tað er krav, at tú hevur gjøgnumført allan e-læringspartin, áðrenn tú kanst luttaka á skeiðsdegnum.
Skeiðsdagar 2025
Vágar 27. septembur 2025 í Skúlanum á Giljanesi
Vágar 26. oktobur 2025 í Skúlanum á Giljanesi
Vinarliga fyllið út formin niðanfyri fyri at melda tykkum til.