Ítróttur

Fyri at støðast í eini kommunu, er avgerðandi at tað finnast frítíðar og ítróttarfelagsskapir sum skapa innihald í gerandisdegnum, har vit eru virkin, koma saman og eru hugbundin. Í Vága kommunu finnast hópin av frítíðar og ítróttarfelagsskapum, borin av sjálvbodnum borgarum sum gera eitt stórt arbeiðið, so vit onnur í kommununi trívast.