Sandavágs kirkja

Sandavágs kirkja

Sandavágs Kirkja er bygd undir 1. veraldarbardaga. Arbeiði byrjaði í 1914, og varð kirkjan vígd 3. sunnudag eftir páskir, 29. apríl í 1917. Magnus Jacobsen - Magnus av Kamarinum - teknaði kirkjuna og gjørdi arbeiðsfrágreiðing. Hon er 19,70m long og 9,60m breið. Undir byggjarínum var hann sjálvur byggi-meistari og formaður.

Fyri arbeiðinum stóð Jógvan Elias Thomsen, keypmaður í Sandavági. Í arbeiði hevði hann Andreas Joensen úr Kvívík, sum arbeiðs-formann, og 9 smiðir úr Sandavági og Miðvági. Brøðurnir í Geil í Havn, Petur Alberg og Christin H. Isaksen málaðu kirkjuna, bæði innan og uttan. Petur Alberg setti litirnir á. H.C.W. Tórgarð, timburmeistari og arkitektur, úr Havn, hevði eftirlit við arbeiðinum. 10. august 1891 gav Thomas Thomassen, Tummas í Bartalsstovu, altartalvuna sum hongur í kirkjuni ídag. Frásagnir siga, at Lucie Ingemann (1792-1868), sum var kona B. S. Ingemanns skald, hevur málað altartalvuna. Talvan, sum varð unvæld í 1997, er mett at vera umleið 150 ára gomul. Á kórvegginum uppi yvir altarinum eru sjey málningar, sum Kristin í Geil hevur málað eftir gomlum kirkjumálningum.

Jógvan Elias Thomsen hevur givið kirkjuni málningarnar. Millum býlingarnar Sandar og Steig er ein langur heyggjur, sum er nevndur Ongjartoftir. Í sjálvum endanum á heygnum lá ein langur steinur, sum vísti seg at vera ein rúnarstein. Um várið, leygardagin fyri hálvarðsøku (12. mai 1917), setti Martin á Mýrini seg at hvíla undir heygnum, og varð varður við, at í steinin vórðu høgdir stavir. Innskriftin, sum varð týdd av Mikkjal av Ryggi, verður lisin soleiðis (týtt til føroyskt): "Torkil Onundarson eystmaður av Rogalandi bygdi henda stað fyrst". Fyrr stóð steinurin uttan fyri kirkjuna, men harða veðurlagið í Føroyum fór ov illa við steininum og kámaði skriftina. Tí varð hann futtur inn í kirkjunanurin stendur innari í kóri.

Uttanfyri Sandavágu kirkju stendur steinur til minnis um manningina, sum fórst undir Íslandi við skonnartini Sólarris. Í bókini Víkingasynir eftir Jákup Joensen, fyrrverandi próst, er søga at lesa, sum eitur Bjargingarflakin, har greitt verður frá hesari álvarsligu hending.

Fólkakirkjan.fo