Eldratiltak

Mynd: Krutl / Jonas G. Rossum. Frá eldratiltakið á Undurfagra mai 2025

Tørvskanning fyri eldraíbúðum

Vága kommuna arbeiðir í løtuni við at kanna møguleikarnar fyri at byggja eldrabústaðir í kommununi. Í hesum sambandi verður nú ein tørvskanning gjørd millum eldri borgarar, fyri at fáa eina greiðari mynd av áhuganum og tørvinum á slíkum bústøðum.

Endamálið við kanningini er at fáa betri innlit í, hvussu nógv ynskja at skriva seg upp til eldrabústað, um kommunan fer undir eina slíka verkætlan. Kanningin er samstundis ein liður í arbeiðinum at leggja framtíðar tænastur og bústaðarloysnir til rættis fyri eldri borgarar í kommununi.

Vága kommuna leggur dent á, at talan í løtuni er um eina kanning av tørvinum, og ikki eina endaliga avgerð um bygging. Svarini fara tó at geva kommununi eitt týðandi grundarlag í víðari arbeiðinum. 

Møguligt er at svara tørvskanningini fram til 26. mai.

Kundi tú hugsað tær eina eldraíbúð?

Bygd *
Tal av fóki *

Aðrar síður undir Eldri borgarar