Bygging sum ikki krevur byggiloyvi
Tann 1. januar 2017 kom Føroyska bygningskunngerðin í gildi (BK17).
Í BK17 kap. 1.3 er ásett, at bygging kann ikki fara í gongd uttan skrivligt loyvi frá kommunala byggimyndugleikanum. Eisini er ásett:
at kommunali byggimyndugleikin kann gera reglur fyri smærri byggingar, soleiðis at hesar ikki krevja byggiloyvi, um bygt verður eftir reglunum. Talan er um antennur, smærri vindmyllur, skeltir, sólskjól, terassur, lívdarskjól og tílíka smærri bygging.
at kommunali byggimyndugleikin ger reglur fyri, nær umbygging, afturatbygging og umvæling krevur byggiloyvi.
Vága kommuna hevur avgjørt, at fylgjandi arbeiðir kunnu gerast uttan byggiloyvi, við teimum treytum sum eru nevndar niðanfyri og treytað av:
at ásetingar í byggisamtyktum verða yvirhildnar
at ásetingar í skeytinum verða yvirhildnar
at ásetingar í Bygningskunngerðini (BK17) verða yvirhildnar
Tað er ábyrgdin hjá tí sum byggir at syrgja fyri at yvirhalda allar ásetingar. Eru ivamál ella spurningar, eigur tann sum byggir at venda sær til kommunala byggimyndugleikan.
Umsókn um byggiloyvi skal kortini altíð sendast, tá:
serstøk byggisamtykt er galdandi fyri økið, har bygt verður
bygt verður framvið landsvegi
Fráboðast skal á kommunuskrivstovuni um ætlaða bygging eftir hesi vegleiðing.
Yvirlit yvir arbeiði, sum ikki krevja byggiloyvi:
Smáir bygningar upp til 10 m2 sum ikki eru upphitaðir, sum t.d. úthús, drívhús, hjallar og líknandi, treytað av:
- at tað í mesta lagi eru 2 stk. tílíkir bygningar á matrikklinum
- at frástøðan til aðrar bygningar á sama matrikli skal í minsta lagi vera 2,5 m (BK17 2.2.3.5)
- at frástøðan til mark er minst 1 m
- at hædd á útveggum ella tekju yvir planeringshædd kann í mesta lagi vera 2,5 m (BK17 2.2.3.5)
Broyting av innrætting í sethúsum, tvíhúsum og líknandi, treytað av:
- at vatn og kloakk ikki er partur av broytingini
- at brunakrøvini verða yvirhildin (BK17 kap. 5)
- at hetta ikki ávirkar berandi konstruktiónirnar (BK17 kap.)
Altanir upp til 5 m2 vídd, treytað av:
- at altanin er 2,5 m frá marki (BK17 kap.)
Útskiftan av taki og útveggjaklæðing, treytað av:
- at orkuparturin í BK17 verður yvirhildin (BK17 kap. 7.4.2)
Útskiftan av vindeygum, úthurðum, portrum v.m., treytað av:
- at orkuparturin í BK17 verður yvirhildin (BK17 kap. 7.4.2)
- at kravið um bjargingarop (BO) verða yvirhildin (BK17 kap. 5)
Smáar antennur og parabolar upp til 1 m í diametur
Garðar við hædd upp til í mesta lagi 1,5m, íroknað rekkverk
Hátún, lehegn, heitir pottar og líknandi
Brenniovnar, treytað av:
- at Sløkkiliðið skal sýna brenniovnin áðrenn hann verður tikin í brúk.
Niðurtøka av bygging minni enn 50 m², treytað av:
- at vegleiðingin um niðurtøku av bygging á heimasíðuni hjá kommununi verður yvirhildin.